Óli og Sävehof vóru søktir í seinasta sekundinum av dystinum

Sävehof tapti á heimavølli 33-34 fyri Hammarby, ið skoraði sigursmálið í seinasta sekundinum

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vóru í dag fyri fyrsta tapinum í bestu svensku hondbóltsdeildini. 

 

Sävehof tapti á heimavølli 33-34 fyri liðnum úr Stokkhólmi, Hammarby sum eisini hava eitt kent fótbóltslið við sama navnið.

 

Ólukkutíð fyri Sävehof skoraði Ludvig Lundeberg sigursmálið fyri Hammarby í allarseinasta sekundinum av dystinum.

 

Í steðginum var Hammarby á odda 19-18.

 

Hammarby er fremst við fullum stigatali. Nummar tvey er Sävehof við seks stigum fyri fýra dystir.

 

Í dag skoraði Óli tvey mál og legði upp til fýra mál hjá Sävehof. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18 taka Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby móti AMO á heimavølli.