Óli skoraði 10 mál og Rói vann stórsigur

Hallby vann og Sävehof leikti javnt

Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.

 

Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof leiktu á útivølli í Stokkhólmi javnleik 27-27 móti Hammarby. Theo Deurell javnaði fyri Hammarby til 27-27 við bert átta sekundum eftir av dystinum. Í steðginum var Hammarby á odda 15-13.

 

Tað gekk væl hjá Óla sum skoraði 10 mál og legði upp til tvey mál í dag. Óli var staðfestur besti leikarin, og mest effektivi leikarin í dag. 

 

Sävehof er nummar sjey í deildini við 13 stigum fyri 11 dystir. 

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Hallby á útivølli vunnu stórsigur 36-27 á Skånela. Í steðginum var Hallby á odda 18-12. Rói skoraði eitt mál í dystinum.

 

Hallby er nummar seks í deildini. Teir hava eins og Sävehof 13 stig. Teir hava tó leikt ein dyst meira enn Sävehof.