Olivur tapti

Olivur Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum, tapti í dag í Føroya rætti nógv umtalaða málið um fartelefonina.

Í dag fall loksins dómur í trætuni millum Olivur Joensen, blaðstjóra á Norðlýsinum, og løgregluna.

 

Ein várdag í fyrraárið varð Olivur Joensen steðgaður av løgregluni í eini paragraff 13 kanning í Klaksvík og ákærdur fyri at hava tosað í fartelefon, meðan hann koyrdi.

 

Olivur Joensen haldur fast við, at hann als ikki tosaði í fartelefon, men einans klóraði sær í oyranum. Hesa søguna hevur hann borið fram alla tíðina, og í morgun náddi hon líka í Føroya rætt, tí Olivur Joensen hevur noktað at taka við bótini.

 

Dómarin valdi tó at seta sítt álit á frágreiðingina frá løgreglufólkunum, heldur enn søguna hjá Olivuri Joensen, og endin var tí, at hann varð dømdur at rinda bótina.

 

Sambært skrivi, sum Olivur Joensen sjálvur hevur skrivað á Norðlýsinum fyrrapartin, umhugsar hann at kæra dómin til landsrættin.