Olja fyri 25 mia. krónur verður verandi undir havbotninum

Nú tykist endaliga greitt, at oljan, sum varð funnin á Snøhvit-leiðini, fær frið

Vónirnar vóru stórar, tá boringar fyri nøkrum árum síðani avdúkaðu nógva olju og uppaftur meiri gass á Snøhvit-leiðini úti fyri norðurnorsku strondini. Men nærri kanningar vístu, at tað fór ikki at løna seg at taka oljuna upp, og at tað tí var rætt at leggja seg eftir gassinum ístaðin fyri.
Herfyri boðaðu olju­fe­løgini frá, at tey høvdu slept ætlanini at taka oljuna upp úr Snøhvit-leiðini, og í síðstu viku setti Odd Roger Eriksen, oljumálaráðharri, eftir øllum at døma punktum fyri málinum.
- Eg dugi ikki at síggja, at hendan verkætlanin kann takast uppaftur. Nú feløgini hava sagt, at tað er ikki lønandi at taka oljuna upp, vendist ikki aftur, segði ráðharrin á einari vitjan í Kirkenes.
Oljufeløgini hava gjørt greitt, at tá tey fara undir at útvinna gassið úr Snøhvit, fellur trýstið í brunninum so nógv, at tað fer ikki at bera til at fáa oljuna upp haðani. Við øðrum orðum skulu norðmenn venja seg við tankan um, at olja fyri meiri enn 25 mia. krónur verður liggjandi undir hav­botninum.
Tað eru ikki øll, sum halda avgerðina hjá olju­feløgunum vera ta røttu. Summir politikarar halda, at feløgini leggja seg bara eftir tí, sum tey við vissu vita kann løna seg, og teir halda tað eisini vera skeivt at lata so virðismikið náttúrutilfeingi verða liggj­andi.