Ætlaða oljuboringin á Anne Marie leiðini á føroyska landgrunninum í summar verður av ongum. Hetta er greitt, nú boripallurin Western Phoenix, sum skal bora brunnin, ikki verður tøkur fyrr enn seint út á heystið ella í vetur.
Hetta sigur Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi. Hann vísir á, at ENI, sum er fyristøðufelag fyri boringini, hevur vent sær til Jarðfeingi og sagt frá hesi seinking. Samtíðis hevur felagið spurt føroysku myndugleikarnar, um tað kann flyta boringina til 2010, møguliga at byrja í februar. Hetta tí at tað er bara næstbest at bora um veturin. Petur Joensen sigur, at Jarðfeingi hevur viðgjørt málið og fara tey at játta ENI at flyta boringina nakrar mánaðir. Hetta bæði fyri at fáa optimalt burtur úr og eisini fyri trygdina. Tað gagnar ongum at bora á vetrartíð í hesum harðbalna økinum. Aftrat hesum kemur so lærdómurin, sum fekst burtur úr Williambrunninum hjá BP. Har varð nevniliga borað á vetrartíð, og varð boringin nógv tarnað av veðri.
Stjórin á Jarðfeingi heldur ikki, at henda útsetingin er nakað negativt signal fyri føroyska oljuleiting. ?Um borað verður í heyst ella nakrar mánaðir seinni kann vera líka mikið. Men sjálvandi er tað keðiligt fyri føroysku veitararnar aftur at skula bíða. Men fyri bæði trygdina og fyri boringina sjálva er best at sleppa undan at bora á vetrartíð sigur Petur Joensen.