Oljufeløg kasta saman

um at verja umhvørvið við Føroyar

Eini 23 oljufeløg hava, eftir áheitan frá Oljufyrisitingini (OFS), undirskrivað eina avtalu um at fara undir eina umfatandi umhvørvisverkætlan, við tí endamáli at staðfesta tað føroyska havumhvørvi. Verkætlanin er ein liður í fyrireikingunum hjá feløgunum, áðrenn fyrsta loyvisrundan verður hildin fyri føroyskt øki.

Verkætlanin, sum hevur fingið navnið GEM, hevur til endamáls at savna upplýsingar og kanna økið um Føroyar, útfrá einum geotekniskum, umhvørvisligum veður og hav sjónarmiði. Meðan hesin multifelags samarbeiðsháttur alt meira verður vanligur arbeiðsháttur, er hetta fyrstu ferð feløg hava kastað saman, áðrenn ein loyvisrunda hevur verið hildin.

GEM-verkætlanin verður fyriskipað av einum stýringsbólki, við harra Halvor Snarvold sum formanni, og trimum undirarbeiðsbólkum: Geotekniski bólkurin skal kanna fysisku viðurskiftini á havbotninum og beint undir vatnskorpuni; Umhvørvisbólkurin skal kanna djóra- og plantulívið í og kring Atlantshavið um Føroyar; Metocean bólkurin skal savna og samanbera upplýsingar um havið kring alt hetta økið. Allir tríggir bólkar skulu bæði nýta verandi tilfar og kanningar og fyriskipa nýggjar verkætlanir. Høvuðsendamálið verður at fáa til vega økisupplýsingar til viðkomandi feløg, sum so kunnu skoyta úrslit av nágreiniligum staðarbundnum kanningum uppí, soleiðis at fullfíggjaðar umhvørvisligar- og trygdarmetingar kunnu gerast, áðrenn boringarvirksemið byrjar.

Viðvíkjandi nyttuna av GEM verkætlanini segði harra Halvor Snarvold:

»Hendan umfatandi økisverkætlan sigur nakað um, hvussu bundin øll tey luttakandi oljufeløgini meta seg vera at tryggja, at allir umhvørvisligir spurningar verða tiknir við so tíðliga sum til ber. Tað undirstrikar eisini týdningin, sum oljufeløgini leggja í at verja havumhvørvið, tá tey byrja at leita í hesum nýggja økinum«.

Virksemið hjá GEM, tær einstøku kanningarverkætlanirnar og øll data, ið verða fingin tilvega, verða umsitin av tí føroysku fyritøkuni Atlanticon, sum heldur til í Tórshavn.

Feløgini, sum luttaka í GEM eru: Agip, Amerada Hess, Amoco, Elf, Enterprise, Esso, Murphy Eastern, Norsk Hydro, Phillips, Arco, BP, Conoco, Deminex, DONG, Fina, Lasmo, Maersk, Marathon, Mobil, Saga, Shell, Statoil, Texaco.

Oljufyrisitingin og Fiskirannsóknarstovan eru eisini umboðað í stýringsbólkinum.