Oljuinnrás í Müllers Pakkhús

Neyvan mundu teir gomlu, sum á sinni bóru fisk frá sluppunum og inn í stóru høllina í Müllers Pakkhúsi í Havn, gera sær tankar um, at hetta hús einaferð í framtíðini fór at hýsa fleiri av heimsins størstu oljufeløgum.

Jan Müller


Hetta gerst veruleiki í næstu viku, tá ikki færri enn 25 oljufeløg gera innrás í Müllers Pakkhús. Tiltakið ber heitið ?Gem Open House? - Opið hús hjá GEM.

GEM er ein verkætlan og samstarv millum umleið 25 altjóða oljufeløg, sum hava áhuga fyri at vera við í oljuleitingini við Føroyar.

GEM-verkætlanin er grundað á fýra høvuðsøki: umhvørvi, jarðfrøði, hav- og veðurfrøði og trygd og tilbúgving. Slíkt samstarv er vanligt á nýggjum økjum, har leitað verður eftir olju og gassi. Men tað serstaka við júst hesi ?føroysku? loysnini er, at feløgini saman føroysku myndugleikunum er farið undir eina slíka verkætlan langt áðrenn, at nøkur loyvi eru givin. Sum so er GEM-starvið eitt eindømi í oljusøguni.

Arbeitt hevur verið við hesi verktætlan nú í nøkur ár, og nú verður mett rætta tíðin til at kunna føroyska almenningin um arbeiðið í GEM. Tí verður skipað fyri eini framsýning í Müllers Pakkhúsi mikudagin 23. juni frá klokkan 9 til 17 og hósdagin 24. juni frá klokkan 9 til 12.

Høvi verður at síggja, hvussu samstarvið er skipað og eisini verða framsýningar við teldu- og videosýningum, ið greina og kunna um verkætlanir og frágreiðingar, ið longu nú fyriliggja. Umboð fyri GEM og arbeiðsbólkarnar verða á staðnum og fara at greiða frá og svara spurningum.

Ætlanini við framsýningini er fyrst og fremst at kunna fólk um GEM og geva teimum, ið taka lut, høvi at vísa, hvussu verður verður viðm evnunum heilsu, trygd og umhvørvi.

Í hesum sambandi verður eisini stýringsfundur í GEM. Formaður í Stýringsbólkinum fyri GEM er Halvor Snarvold. Hann hevur drúgvar royndir í oljuverðini og hevur m.a. arbeitt hjá AMG-samtakinum.

Tað er føroyska fyritøkan Atlanticon, sum tekur sær av fyri fyrisitingarliga arbeiðinum í sambandi við GEM.

Týsdagin verður stór móttøka í Müllers Pakkhúsi fyri umleið 200 innbodnum

Feløgini, sum eru við í GEM, eru: Amerada Hess, Dopas, Lasmo, Norsk Hydro, Arco, Conoco, Murphey, Texaco, Veba Oil, Fina, Maersk, Enterprise, Mobil, Statoil, Elf, Phillips, Saga, Total, Anadarco, Agip, Marathon, BP Amoco, Shell og síðani oljumáladeildin og føroyskir vísindaligir stovnar.