Oljulógin helst samtykt hálv-an februar

Limirnir í Vinnunevndini fara í næstu viku undir at skriva álit til uppskot um oljulóg. Formaðurin miðjar móti at hava álitið klárt at leggja fyri tingið í aðru viku. Hann roknar við, at lógin kann verða samtykt hálvan februar. Eftir tað verður so farið undir at viðgra uppskot til skattalógir - sum skal vera grundarlagið undir 1. útbjóðing, ið eftir øllum at døma verður fyri summarfrítíðina

Gongst sum ætlað og verða flokkarnir samdir um eina komandi oljulóggávu, so verður uppskotið helst samtykt um hálvan februar.

Jørgen Niclassen, formaður í Vinnunevndini sigur, at nevndin vónandi kann fara undir at skriva álitið í málinum í næstu viku, soleiðis at tað kann leggjast fyri tingið í aðru viku tvs. umleið 1. februar.

Vinnunevndin hevur tosað við nógv fólk eftir, at uppskotið varð til 1. viðgerð á tingi í november. Teirra millum er løgmaður, sum umsitur oljumál og stjórin í Vinnumálastýrinum, Arne Poulsen.

-Miðjað verður móti at koma við einum felags áliti, hóast tað eru mál, sum allir ikki eru samdir um enn. Men í tí stóra heila eru vit samdir sigur Jørgen Niclassen.

Hann vísir á, at tað verða gjørdar nakrar broytingar í tí uppskotinum, ið varð lagt fyri tingið, men vil ikki siga, hvørjar hesar verða.

Jørgen Niclassen er annars bjartskygdur hvat einum útbjóðingarumfari viðvíkur. Nevndin hevur fingið at vita frá løgmanni, at skattalógirnar í sambandi við eina útbjóðing eru so gott sum klárar og kunnu leggjast niðan í tingið í næstum.

-Nú fáa vit so at síggja, hvussu verður við marknasamráðingunum við bretar. Sjálvur rokni eg við, at tað fer at koma glið á so ella so. Antin fáa vit í gongd aftur samráðingarnar á embætismannastigi ella verður eitt politiskt umfar. Eg rokni við, at hetta endar við, at vit fáa eina útbjóðing, áðrenn summarið kemur.

Kemur ein loysn ikki til ta tíð, so endar málið í Haag og so kunnu vit bjóða tað út, sum er á okkara øki heldur formaðurin í Vinnunevndini, sum samtíðis hevur ta vón, at bretar fara at vísa føroyska grannanum so mikið av virðing, at teir ikki seta fót fyri eini útbjóðing á føroyskum øki.