Oljumálið - tað var føroyskt

Oljumálið var bókstaviliga talað føroyskt, tá umleið 15 umboð fyri føroysk og útlendsk oljufeløg hittust til ein kunnandi fund á Hotel Hafnia týsdagin saman við umboðum frá Oljumáladeildini, Oljuráðleggingarnevnd og sjálvum oljumálaráðharranum

Jan Müller


-Eg helt tað kundi verið áhugavert at savna øll tey fólkini í Føroyum, sum umboða útlendsku oljufeløgini, ið eru áhugað í føroyska økinum, sjálvandi saman við umboðum fyri tey bæði føroysku oljufeløgini eisini til at verða kunnað um aktuell mál av felags áhuga sigur stigtakarin til tiltakið Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni.

Endamálið við hesum fyrsta fundinum av sínum slag var fyri tað fyrsta at sjóva saman hesi fólkini, sum jú hava sama endamál í sínum arbeiði og síðani at viðgera evni, sum hevur áhuga fyri øll umboðini og feløgini. Tí varð lagt út við kunning um uppskotið til kolvetnisskattalóg. Hetta uppskotið varð til 1. viðgerð á tingi herfyri og varð síðani sent í nevnd.

Ein av teimum, sum hevur verið við til at gera uppskotið, Klaus Rasmussen, ið eisini er fastur limur í Oljuráðleggingarnevndini, greiddi frá uppskotinum og annars frá teimum skatta- og avgjaldsskipanum, sum kunnu koma uppá tal í sambandi við eina komandi oljuvinnu við Føroyar. Síðani gjørdi leiðarin av Oljumáladeildini, Herólvur Joensen støðuna upp á øll-um kolvetnisøkinum. Hann greiddi frá gongdini higartil og eisini tíðarætlanini fyri tí, sum nú skal henda. Á fundinum var eisini Eyðun Elttør, oljumálaráðharri og Petur Joensen, frá Oljumáladeildini, sum eisini hevur verið við til at gera uppskotið til kolvetnisskattalóg.

Niels Sørensen sigur seg vera sera væl nøgdan við tiltakið. Hetta er so fyrstu ferð, at tað hevur eydnast at savna nærum øll tey føroysku umboðini fyri tey ymsu oljufeløgini - og somuleiðis er tað fyrstu ferð, at málið - oljumálið - hevur verið føroyskt í slíkum høpi.

Oljufelagsmboðini, sum vórðu við á fundinum, vórðu: Ben Arabo, Amerada Hess, Johan Mortensen, Amerada Hess, Wilhelm Petersen, Atlants Kolvetni, Johan Mc.Donald, Arco, Niels Sørensen, Føroya Kolvetni, Jógvan Simonsen, Maersk Olie og Gas, Geir Atle Rishovd, Saga, Hjarnar Djurhuus, Shell og Rúni Hansen, Statoil.

Nú verkfall er rakar hetta eisini Oljumáladeildina, har eingin telefon verður tikin ella uppgávur avgreiddar, sum limir í Starvsmannafelagnum taka sær av. Um verkfallið eisini fer at raka oljumál sum heild er óvist. Men nógvar týðandi uppgávur liggja fyri framman. M.a. skulu fylgilógir gerast til kolvetnisskattalógina, marknaavtalan skal undirskrivast, gongd skal setast á arbeiðið uppá fyrstu útbjóðing umframt nógvar aðrar uppgávur, sum skulu arbeitt verður við. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fátur á hvørki Herólvi Joensen ella Eyðun Elttør. Ætlanin var at spyrja, hvussu verkfallið/arbeiðssteðgurin ávirkar arbeiðið og uppgávurnar hjá Oljumáladeildini.