Prísurin á olju fall í dag heilt niður á 57 dollarar fyri tunnuna, og so lágur hevur hann ikki verið síðani ársbyrjan 2007. Eitt skifti herfyri var hann uppí á 146 dollarum.
Tað sær ikki út til, at ein lægri oljuprísur viðførur øktan eftirspuning eftir olju í løtuni. Tá ið goymslutølini vóru kunngjørd í USA mikudagin, vísti tað seg, at oljugoymslurnar vóru øktar. Hetta førdi til, at prísurin á olju, sum annars eitt stutt skifti hevði otað seg upp um 65 dollarar tunnuna, fall nógv. Men nú seinnapartin fall prísurin aftur sum ein steinur. Í løtuni er prísurin á Norðsjóaroljuni heilt niðri á 57 dollarum tunnuna. Prísurin hevur ikki verið so lágur síðani ársbyrjan 2007.