Oljuprísur og dollarin kroysta SAS

SAS hevur í morgin kunngjørt rakstrarúrslit

Flogfelagið SAS hevði í fyrra hálvárið av sínum roknskaparári 2017/18 eina hálva milliard í halli. Hallið er minni enn somu tíð í fjør, og SAS roknar við avlopi í ársroknskapinum á omanfyri eina milliard.

Kursurin á dollaranum mótvegis svensku krónunum hevur kostað felagnum nógvar pengar, og hækkandi oljuprísurin leggur eisini trýst á raksturin hjá flogfelagnum.

Sambært Check-In hava greinarar róð fram undir, at SAS má broyta sínar vónir til ársúrslitið, men stjórin í SAS heldur fast um metingarnar fyri árið. 

– Veika svenska krónum og hækkandi oljuprísirnir órógva meg, og frameftir fer hetta at skapa avbjóðingar fyri okkum og flogvinnuna sum heild, sigur Rickard Gustafsson, stjóri í SAS, sambært Check-In