Oljuprísurin heldur sær

Eftir fall í fleiri dagar er oljuprísurin óbroyttur í morgun Í morgun kostar ein tunna av ráolju 109,4 dollarar. Tað vil siga, at samanborið við metprísin 147,27 dollarar í juli er prísurin fallin 26 prosent.

Fyri nøkrum døgum síðani órógvaði ódnin Gustav oljumarknaðin, tí vandi var fyri, at oljuútbúnaðurin í Meksikanska Flógvanum kundi fáa skaða av ódnini. Men so varð ikki. ´

Eitt annað, sum ger oljuprísin meiri støðugan nú, er sambært Bloomberg News, at OPEC-londini ætlandi fara at varðveita ta stóru framleiðsluna, tá tey hittast aftur.