Um somu tíð sum ENI og hini fimm feløgini í Anne Marie samtakinum pakka saman og tippa boriholið á landgrunninum við sementi, so fyrireika fleiri altjóða oljufeløg seg til nýggja leiting eftir kolvetnum í tí partinum av Atlantsmótinum, sum liggur eystan fyri føroyska markið, í bretskum øki. Hóast hetta virksemið ikki beinleiðis hevur nakað at siga fyri Føroyar í løtuni, so hevur tað kortini óbeinleiðis týdning fyri framtíðar leiting og møguliga útbygging og framleiðslu eisini um okkara leiðir.
Nýggj leitiloyvi
Bretska stjórnin hevur júst almannakunngjørt nýggjastu leitiloyvini á bretska landgrunninum her m.a. vestan fyri Hetland. Og her er sera áhugavert hjá føroyingum at bíta merki í øll leitiloyvini, sum oljufeløg hava ognað sær tætt upp at føroyska markinum. Stóri áhugin fyri økjum allan vegin framvið markinum er ein týðulig ábending um, hvat okkara egni landgrunnur helst eisini kann goyma, tó at einki rakstrarverdugt fund enn er gjørt her um leiðir.
Flyta vestureftir
Hyggja vit at allari oljugongdini hesi seinastu 40 árini síggja vit, hvussu áhugin og eftirfylgjandi fund hava verið fyrst í Norðsjónum og seinni vestan fyri Hetland. Hesin parturin av Atlantsmótinum (Atlantic Frontier), sum fyrr var at meta sum sera ókent og yvirváðiligt umráði hevur, sohvørt leitivirksemið er økt og tøknin ment, fingið støðugt størri týdning fyri bæði myndugleikar og oljuvinnuna. Tað skerst ikki burtur, at henda positiva gongd heldur fram og flytur seg so spakuliga longur og longur vestur í hav, móti føroyska partinum av Atlantsmótinum.
Føroyingar eru sjálvandi mest áhugaðir í tí, sum fer fram her um okkara leiðir, og eru ótolnir eftir at vita nakað meira ítøkiligt um møguleikarnar her, men vit eiga so sanniliga eisini at geva gongdini hinumegin markið ans. Tað, sum er farið fram har og helst fer at henda, kann fáa alstóran týdning fyri okkum eisini, um og tá olja og gass møguliga verða funnin á okkara landgrunni í næstu framtíð.
Statoil lokomotivið
Hyggja vit ítøkiliga eftir, hvørji feløg hava fingið tillutað loyvi í 26. útbjóðingarumfarinum í Bretlandi og hvar leititeigarnir liggja, so síggja vit fleiri av feløgunum, sum eru virkin á føroyska landgrunninum. Hesi eru m.a Statoil, sum eftir øllum at døma er at meta sum lokomotivið í økinum, saman við Dong, OMV og Faroe Petroleum. Sera forvitnisligt er, at Statoil, Dong og OMV, sum øll eru við í Rosebankfundinum bretsku megin markið og sum somuleiðis sita á týðandi leitiloyvinum 008 føroysku megin markið, nú hava fingið tillutað fleiri leitiloyvi aftrat í hesum sama økinum. Teigarnir tey hava lagt seg á í bretsku útbjóðingini liggja allir rundan um Rosebankfundið og harvið eisini tætt upp at 008 loyvinum á føroyska landgrunninum, har tey hava ætlanir um at bora í næsta ár ella í 2012.
Hetlandsøkið setir ringar í vatnið
Fyri eygleiðarar í oljuvinnuni er hetta eitt sera áhugavert stig á leiðini til at skapa eitt nýtt og stórt olju- og gassframleiðandi øki, sum kann fáa ágóðan av stórdriftsfyrimuninum soleiðis at skilja, at verða funnin fleiri keldur í einum og sama umhvørvi, kann hetta skapa góðar útbyggingarmøguleikar, tí ein útbýgging tá verður munandi bíligari við tað at man kann brúka sama undirstøðukervi. Tann sannroynd, at franska felagið Total er í ferð við at útbyggja fyrsta gassfeltið vestan fyri Hetland ikki so langt frá føroyska markinum og skipa ein infrastruktur við rørleiðingum til lands, er eisini vert at hava í huganum, tá vit hyggja at allari oljutilgongdini á Atlantsmótinum við føroyskum eygum. Vit fara at síggja menningina á økinum vestan fyri Hetland framhaldandi at vera við til at seta ringar í vatnið - vera ein katalysator - fyri gongdini á føroyska landgrunninum.
Lesið eisini analysu hjá Jan Müller nevnd “Í kjalarvørrinum á Anne Marie” í einum av komandi bløðunum.