Olmert vinnur í morgin

Ísraelsmenn vilja hava framburð, og tí fer Kadimah at vinna tjóðartingsvalið í morgin.

Í Ísrael er lítil og eingin ivi um, at Kadimah-flokkurin hjá Ariel Sharon verður tann stóri sigursharrin á valinum í morgin, og at tann gamli avbjóðarin hjá Sharon, Benjamin Netanyahu, verður tann stóri taparin.

Tann seinasta veljarakanningin undan valinum varð kunngjørd í gjár. Eftir henni fær Kadimah 34 av teimum 120 sessunum í tinginum, Arbeiðaraflokkurin fær 19 umboð á ting og Likud 12. Heldur kanningin, verður Likud bara fjórðistørstur aftan á valið, tí kanningin gevur høgraflokkinum Yisrael Beitenu 15 tinglimir.

Formaðurin í Likud, Benjamin Netanyahu, verður sostatt tann stóri taparin. Undir valstríðnum hevur hann lagt dent á trygdina hjá ísraelska fólkinum, nú Hamas situr við valdið í teimum palestinsku økjunum, men sambært eygleiðarunum hevur trygdin ikki tann størsta áhugan longur. Ísraelsmenn leggja nú størri dent á búskapin og vælferðina, og tí leita nógvir veljarar inn ímóti miðjuni, siga teir.


Fyrimunir
Tað kemur serliga Kadimah til góðar, men flokkurin fær eisini ágóða av, at nógvir ísraelsmenn vilja nýta høvi at takka stovnara floksins, Ariel Sharon, fyri trúgva tænastu.

Men virkandi forsætisráðharrin, Ehud Olmert, skal heldur ikki undirmetast. Hann hevur verið uppi í ísraelskum politikki í samfull 42 ár, og í tíggju ár var hann borgarstjóri í Jerusalem. Hann hevur eisini tann fyrimun fram um hinar floksformenninar, at honum nýtist ikki at hugsa um innanhýsis kapping í flokkinum.

Ein av teimum fremstu politisku viðmerkjarunum í Ísrael, Shalom Yerushaimi, sigur við Aftenposten, at tað er eitt afturat, sum ger, at Kadimah og Ehud Olmert fara at vinna valið í morgin.

-Flokkurin hevur stjórnarvaldið, og ísraelsmonnum dámar ikki broytingar, sigur hann.