Olshana kontra korallir

Jan Sørensen, leiðari, Havlívfrøðiliga royndarstøðin (BIOFAR)

 

Síðan russkiski trolarin Olshana rendi á Flesjanar, og síðan sakk, hevur verið tosað um at fáa oljuna úr skipinum, at byrgja fyri eini møguligari umhvørvisvanlukku. Kostnaðurin fyri at fáa oljuna úr skipinum er mettur til um 1. mió kr um dagin, og at tað fer at taka upp í tvær vikur. Hetta gevur ein samlaðan kostnað upp á 14 mió. kr, umframt tað sum tað almenna annars kostar (samb. B. Kalsø um 4 mió. higartil).

Tosað verður um eina møguliga umhvørvisvannlukku.

Á náttúrusíðuni hava vit eitt annað nógv størri mál, sum ikki verður tosað so nógv um. Tað er føroysku koralleiðirnar. Fiskiskapur (trolarar serliga) hevur tey seinastu 100 árini oytt koralløki, sum vóru fleiri ferðir so stór sum alt føroyska landaøki. Hetta er ein føroysk náttúruvannlukka, sum minnir um frumskógartýningarnar í tropisku londunum, og sum eingin gevur sær fær um.

Peningur til náttúru og umhvørvisvernd er avmarkaður, og tí er neyðugt at raðfesta hvussu vit á besta hátt nýta hendan pening. Fyri 14 mio. kr høvdu vit kunna gjørt eitt munagott arbeiði at kortleggja allar koralleiðirnar, staðfest støðu teirra og harvið lagt eitt gott støði til hvussu vit í framtíðini á besta hátt umsita okkara mest fjølbroyttu búlendi.

Endaviðmerking: enn eru stór øki við korallum, men við núverandi gongd, verður ikki leingi til alt er horvið.