OYL 23: 17 ára gamli Jónas vann gull

Fyri løtu síðan rann Jónas Gunnleivsson Isaksen seg til gull á 400 metrum.

Jónas vann gull við sera góðu tíðini 46.02. Umframt føroyskt met, so er hetta eisini oyggjaleikamet. Jónas átti sjálvur gamla føroyska metið á 47.24, sum hann setti fyrr í ár. So Jónas hevur betrað sína tíð við 1.22 sekundum.

 

Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur klárað kravið til U20 europameistaraskapið, sum verður í Jerusalem í august. Málið hjá Jónasi er at kvalifisera seg til U20 heimsmeitaraskapið, sum verður í Lima, Peru.

 

Dánjal Dahl Ljósheim var eisini við í finaluni. Hann gjørdist nummar 5 við tíðini 49.06, ið er hansara besta tíð.

 

##med2##