Ein av teimum, sum støðugt hevur arbeitt fyri at økja um dagatalið, har Strandfaraskipini sigla, er Páll á Reynatúgvu.
Fleiri ferðir hevur hann verið við til at lagt uppskot fram á tingi um júst hetta, og tað gjørdi hann eisini í heyst, tá hann saman við Siri Stenberg legði uppskot fram.
- Vit nevndu í okkara uppskoti, at partur av arbeiðinum í hesum júst var at samráðast við avvarðandi fekfeløgini og at gera hesar samráðingar lidnar. Talan er um frídagar hjá feløgunum, og tað mást tú hava virðing fyri. Svarið til okkara uppskot var, at tað var óneyðugt at samtykkja, tí landsstýrismaðurin arbeiddi við líknandi uppskoti, sigur Páll á Reynatúgvu, sum er sera harmur um íkomnu støðuna.
- Sjálvandi eru sáttmálarnir viðurskifti, sum hava týdning í hesum høpi. Tað er sjálvsagt, at økir tú siglingina, so mást tú í samráðingar við feløgini, so tað kann ikki koma óvart á.
Lesið eisini: Uttan fyri alt mark
- Og úrslitið er ein ómetaliga harmilig støða, sum nú er íkomin. Tey eru nógv, sum fegnaðust um broytingina, tá hendan varð lýst, og tí líkist tað ongum, at vit nú fáa onnur boð bara tveir dagar undan jólum. Slíkur revolvarapolitikkur, sum vit nú síggja, hoyrir altso ikki heima í hvørki 2014 ella 2015, sigur Páll, sum tó leggur afturat, at hann sum tingmaður ikki fær gjørt tað stóra við hetta.
- Løgtingið er jú ikki útinnandi. Tað er uppgávan hjá landsstýrismanni og stovnunum undir honum, og klára tey ikki hesa trætuna, so er tað ómetaliga harmiligt.