Í øðrum ársfjórðingi vóru 2.388 milliónir krónur goldnar í løn í Føroyum. Samanborið við sama ársfjórðing í fjør er talan um ein vøkstur á 157 milliónir krónur.
Hetta er eisini tað mesta, sum nakrantíð er útgoldið ein ársfjórðing, nærum tríggjar milliónir krónur meiri enn bleiv goldið út fjórða ársfjórðing í fjør.
Bæði kvinnur og menn uppliva hendan lønarvøksturin. 1.485 milliónir krónur vórðu útgoldnar til menn, 100 milliónir krónur meiri enn 2. ársfjórðing í fjør, og 910.420 milliónir krónur fóru til konufólk, sum er 48 milliónir krónur meiri enn fyri einum ári síðani.
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.