Ongantíð gingið so væl at fáa fólk

Nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn, hava teknað seg til stuttan línutúr við Sandshavinum í dag.

Nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn, hava teknað seg til stuttan línutúr við Sandshavinum í dag. Á Sandi er oktoberhugni, og eitt av forvitnisligu tiltøkunum á skránni er ein stuttur línutúrur við Sandshavinum í dag.

 

Men, fyri løtu síðan, tá In.fo hitti skiparan, Eyðvar Petersen, var ivasamt, um túrurin verður gjørdur nú á middegi sum ætlað. Líkindini eru einki serlig. Tað er væl av vestligum vindi, og skiparin ivast í, um tað nyttar nakað at loysa beint í løtuni.

 

- Men, tað hevur verið stórur áhugi fyri hesum túri. Eini 60-70 fólk hava teknað seg, bæði menn, kvinnur og børn. Hetta eru fólk úr Sandoynni, men eisini úr øðrum oyggjum og bygdum norðanfyri Skopunarfjørð, eitt nú úr Havn og Klaksvík.

 

Brosandi tekur skiparin til, at tað ongantíð áður hevur gingið so væl at mannað skipið sum hesaferð, nú hann hevur fólk til fleiri manningar. Eini 30 fólk kundu sloppið við Sandshavinum í senn, og einki hevði verið til hindurs fyri at gjørt tveir túrar í dag, um líkindi vóru til tess.

 

- Men, soleiðis sum líkindini eru beint í løtuni, er ivasamt, hvussu verður. Vit mugu bara síggja, hvussu veðrið lagar seg. Ein slíkur túrur, har bæði menn, kvinnur og børn eru við, hevði sjálvandi verið bestur, um líkindini vóru góð, sigur Eyðvarur Petersen, skipari.