Ongantíð upp á tal at taka sessin aftur

- Í løtuni er bæði alt og einki aktuelt, tí mær kunnugt er støða ikki tikin til landsstýrissessirnar enn, sigur Jacob Vestergaard.

Jacob Vestergaard, ið var annað av landsstýrisfólkum Fólkafloksins, sum gjørdi av at taka sæti á Føroya løgtingi, tá málið um sammóður kom til triðju viðgerð, sigur, at hann beinanvegin gjørdi vart við, at hann fór ikki at taka sæti í landsstýrinum aftur.

 

- Eg skilji tískil ikki, hví hesin spurningurin hevur verið áhugaverdur, tá hetta ongantíð hevur verið upp á tal. Uppgávan hjá tingmanningini verður at finna tvey nýggj landsstýrisfólk, og hesa niðurstøðu eru vit mær vitandi ikki komin til enn.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin sigur, at tað verður tingbólkurin, sum kemur at peika á nýggju landsstýrisfólkini, men honum kunnugt er hetta arbeiði ikki komið nakað ávegis enn. Hetta skal gerast, men enn er eingin hastur, heldur hann fyri.

 

Spurdur, hvørjir møguleikar hann heldur vera innanfloks at taka landsstýrissessin í fiskivinnumálum, sigur Jacob Vestergaard, at hetta er ein spurningur, sum tingmanningin fer at umrøða og koma til eina niðurstøðu um.

 

- Í løtuni er bæði alt og einki aktuelt, tí mær kunnugt er støða ikki tikin til landsstýrissessirnar enn, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hin landsstýrissessurin, sum skal mannast, er sessurin í almannamálum, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur røkt. Tað vóru hon og Jacob Vestergaard, sum fóru úr landsstýrinum og tóku sæti á Løgtingi, tá sammóðurmálið kom til triðju viðgerð.

 

Í dag fer Fólkaflokkurin at hava netfund um landsstýrissessirnar, og tað er ikki serliga hugsandi, at hetta verður hin einasti fundurin um hetta mál.

 

Enn ganga nakrir dagar, áðrenn løgtingið kemur saman aftur í nýggja árinum, og enn eigur tingmanning Fólkafloksins tíðina til at finna nýggju landsstýrisfólkini í ávikavist fiskivinnu-og almannamálum.

 

Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Jørgeni Niclasen, floksformanni, til netfundin, sum Fólkaflokkurin ætlar at halda í dag. Christian Andreasen er tingbólkaformaður í Fólkaflokkinum.