Á hesum fundinum varð arbeiðið í sambandi við vanlukkuna gjøgnumgingið. Hesin fundurin hevði ongar atfinningar til tað faktiska arbeiðið á skaðastaðnum ella avrikið hjá løgregluni.
Tey trupulleikakendu sjónarmið, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum, hava tí ikki røtur í tí arbeiði, sum útint bleiv í sambandi við ferðsluvanlukkuna.
Alarmsentralurin er ein móttøkutelefonskipan á politistøðini í Havn, har vaktleiðarin millum annað hevur ábyrgdina av at fráboða øllum, sum hava ein leiklut í arbeiðinum at bjarga mannalívi og annars taka sær av teimum uppgávum, sum hendingar hava við sær. Umframt fyriskipar vaktleiðarin arbeiðið hjá løgregluni, sum samskipar allar størri hendingar á landi.
Tá ferðluóhapp ? sum tað umrødda ? henda, er reglan, at sjúkraflutningstænastan og brunaumsjónarmaðurin fyri viðkomandi øki beinanvegin fáa boð. Fyri at veita skjótast møguligu hjálp, verður altíð gjørd ein raðfesting. Er neyðug hjálp tøk á staðnum, ella er slík hjálp skjótari frammi frá øðrum, fáa ein ella fleiri partar antin ikki boð - ella ikki boð í fyrstu atløgu.
Í hesum førinum var neyðug hjálp umbiðin og eisini tilvildarliga á staðnum stutta tíð eftir vanlukkuna. Tí var raðfestingin, at brunaumsjónarmaðurin fyri økið var kunnaður seinni. Umbiðin stuðul varð avlýstur, tí fólkið á staðnum kláraði uppgávuna skjótt og væl.
Bæði sjúkraliðsfólk, brunaliðsfólk og løgreglan ? við hjálp frá øðrum ? greiddu uppgávuna væl ? og skulu tey hava tøkk fyri tað. At mannalív kortin ikki stóð til at bjarga, harmar okkum øll.
Tað harmar somuleiðis løgregluna nógv, at tað, sum hevur verið ført fram í fjølmiðlunum, kann geva almenninginum ta fatan, at alarmsentralurin ella løgreglan røkir sína uppgávu á tann hátt, at óneyðugar fylgjur kunnu standast av vanlukkum.