Tað hilnaðist væl, tá ið Neistin í dag var vertur fyri tveir hondbóltsdystir í bestu deildini. Bæði kvinnurnar og menninir vunnu, og harvið eru bæði liðini framvegis uppi í kappingini um fremstu plássini.
Eftir stóra vónbrotið ímóti Kyndli fyri einari viku síðani, funnu Neista kvinnurnar í dag aftur á rætta lagið. Stinnasti kappingarneytin hjá Neistanum um plássið aftanfyri Stjørnuna í toppinum í Sunset deildini hevur í heyst verið VB. Í dag vitjaðu vágskvinnur á Hálsi. Talan var um tætta, skiftandi og harvið spennandi uppgerð. Neistin sigraði 27-23, eftir at VB eftir fyrra hálva tíman hevði verið frammanfyri 13-12.
Í Atlantic Airways kappingini, sum besta deildin hjá monnum eitur, hevðí Neistin vitjan av KÍF. Eisini í hesum førinum var talan um sera tætta, skiftandi og harvið spennandi uppgerð. Ingi Olsen og hansara menn í Neistanum vunnu 27-25, eftir at 1. hálvleikur var endaður við javnleiki 13-13.