Ongar Robin Hood-loysnir, takk!

Verður ein útjavningarskipan millum føroysku kommunurnar sett í verk, liggur í kortunum, at Tórshavnar kommuna einsamøll skal leggja rygg til skuld, hall og útjavning hjá øðrum kommunum kring landið. Men tí finna vit okkum ikki í!

Hóast ein bólkur er settur at arbeiða við eini loysn á kommunala økinum, tá talan er um bæði kommunalar eindir, útjavning og annað, sær ikki út til, at hesin bólkur skal fáa arbeiðsfrið. Herfyri var tað landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, ið tók málið upp á tingið, og harvið breyt hann friðin á økinum.

Hinvegin var einki nýtt í tí, hann førdi fram, tí kjarnin í tí er enn eina ferð, at tað er Tórshavnar kommuna, sum í síðsta enda skal lofta øllum hinum, og tær mongu milliónirnar, ið javnast skal út við, skulu sjálvandi koma úr høvuðsstaðnum. Ófatiligt, at eingin hevur frægari loysnir at borðreiða við, enn at halda, at kann meira blóð kroystast úr Havnini, so bløðir onkur annar kanska minni!

Hetta er alt ein stór misskiljing, tí tað gevur onga meining at javna út við tí, sum nú er. Hinvegin ræður um at javna út við tí, sum verður lagt út til kommunurnar. At alt skal ganga út uppá at mjólka høvuðsstaðnum, er fullkomuliga burturvið og verður sjálvandi ongantíð góðtikið. Slíkt tos boðar frá politiskari avmakt og hoyrir ongastaðni heima!

Heldur áttu landsmyndugleikarnir at tikið í egnan barm og hugt at sær sjálvum. At illa stendur til ymsastaðni, er eingin loyna, men veruleikin er, at kommunala eftirlitið slett ikki hevur maktað sína uppgávu, men bara hevur latið staðið til, so kommunur eru slopnar at føra seg sjálvar enn longur út í óføri.

 

Púrt einki eftirlit

Tá tann stóra kreppan kom, vóru tað kommunur, ið skylda úr fýra upp í átta álíkningar, sum fingu trupulleikar, men í dag er longu galið, tá ein kommuna skyldar bara eina álíkning. Tí er neyðugt at spyrja, hvat tað er, sum hevur flutt seg øll hesi árini og hvør hevur lært av tí, sum hendi tá?

Síðani 2000 hevur kommunulógin givið kommunum frælsi til sjálvar at skipa seg fíggjarliga innan fyri nakrar karmar, men hetta hava tær ikki maktað, so tí er tað burtur úr vón og viti nú at tosa um, at tær skulu premierast fyri at vera farnar út um karmarnar. Hvar hevur kommunala eftirlitið verið?

Í einum landi við minni enn 50.000 íbúgvum gevur tað onga meining, at høvuðsstaðurin skal rinda fyri alt landið. Heldur áttu landspolitikararnir at syrgt fyri, at vit úti um landið fingu nakrar størri kommunalar eindir, sum vóru til reiðar at taka ábyrgd og sjálvar loysa sínar trupulleikar.

Men eisini tað málið hevur verið gruggað og rikist aftur og fram, uttan at nakar landsstýrismaður enn í fullum álvara er farin inn í tað. Og hvørja ferð er tankin aftanfyri, at hatta man Havnin fara at klára fyri øll hini. Nei, nei og aftur nei!

Hvørki Tórshavnar býráð ella borgararnir í Tórshavnar kommunu finna seg í hugburðinum um, at um bara tikið verður frá Havnini, so fáa øll tað gott. Tvørturímóti er tað upp á tíðina, at landsstýri og løgting geva trupulleikunum seriøsa viðgerð og ikki bara spæla sær við órealistiskum Robin Hood-loysnum!