Hoyrdi eina søgu frá minni góðum tíðum. Ein havnarmaður vildi hava hin navnframa skiparan á mjólkabátunum at skriva undir ein veksil. Rubek fór tíðliga á morgni umborð á mjólkabátin og fór tí tíðliga til songar. Havnarmaðurin bíðaði til tað var myrkt, áðrenn hann bankaði upp á rútin. Rubek vaknaði og gloppaði vindeygað. Vælsigaður skriva mær undir hendan veksilin, annars fari eg fallit, segði havnarmaðurin við gráturødd. Rubek lurtaði eftir havnarmanninum og svaraði hvassliga, »ongin fer fallit um náttina«, og klamsaði vindeygað aftur.
Tíðir broytast, og í dag eru keypskálar opnir alt samdøgrið runt heimin. Tú kennir teg neyvan heilt tryggan – sjálvt á náttartíð. Men eitt er ikki broytt síðan tríatiárini. Tað er, at vandin fyri at fara fallit veksur, alt eftir hvussu nógv tú skyldar og kann forsvara.
Loysingarmenn tvíhalda framvegis um, at vit fara fallit av inntøkum av peningi, sum vit fáa. Javnaðarmenn, fólkafloksmenn og tjóðveldismenn, seinast Høgni Hoydal, tvíhalda um, at ískoytið frá Danmark rennur okkum fallit. At ískoytið var orsøkin til, at Føroyar fóru á húsagang í hálvfemsunum.
Føroyski húsagangurin
Føroyar vóru longu insolventar í 1989. Lat okkum í mettum, stórum og rundum tølum lýsa gongdina í árunum 1985, 86, 87 og 1988. Lat okkum siga, at útflutningurin hesi fýra árini var tólv milliardir. Lat okkum siga, at beinleiðis kostnaðurin út eftir aftur fyri at útvega tær tólv milliardirnar var seks milliardir. So vunnu vit seks milliardir krónur uttan í frá til at brúka heima á landi. Ískoytið frá Danmark hevur tey somu fýra árini verið umleið fýra milliardir. Hetta merkir, at tíggju milliardir krónur, netto, vóru at gera gott við í Føroyum. Um sjálvstýrislandsstýri nr. 3 stýrdi soleiðis, at vit bert brúktu hesar tíggju milliardirnar, so fóru vit neyvan á húsagang. Samlaða skuldin hevði tá bert verið hálvonnur milliard, sum stavaði frá sjálvstýrislandsstýri nr. 2 frá 1975 til 1980. Um sjálvstýrislandstýri nr. 2 eisini stýrdi við skili, so skyldaðu vit onki í 1989, og so fóru vit slettis ikki fallit.
Men gakk. Oman á tær tíggju milliardirnar tóku vit meira enn sjey milliardir í nýggjum lánum. Hetta merkir, at vit brúktu meira enn seytjan milliardir í fýra ár, stórt sæð alt til óproduktiv endamál. Sjálvstýrislandsstýrini nr. 2 og nr. 3 øktu okkara nettouttanlandsskuld til nógv meira enn otta milliardir krónur. Hetta er ein óreingiligur veruleiki. Vóru teir eins ørir uttan ískoyti frá Danmark, so var skuldin í minsta lagi tann dupulta, væl at merkja um peningurin fekst til láns. Tað vil aftur siga, um vit ikki fóru á húsagang langt áðrenn.
Eitt ískoyti koyrir ongan fallit. Men brúkar ein nógv meira enn alt tað, ein sjálvur vinnur inn, og alt ískoytið afturat, so verður ein noyddur at lána. Lænir ein ov nógv, tá kann ein lættliga fara á húsagang - nú bæði á nátt og degi. Tað var júst tað, sum hendi í hálvfemsunum.
Føroyar verða endurreistar
Hesin sami Høgni veit væl, og vísur á, at tað tók lítla og onga tíð at endurreisa føroyska búskapin. Men hann roynir at fjala út yvir, hví tað gekk so skjótt. Hetta er jú besta prógv fyri, at ískoyti ikki fremur fallit men framburð, um ískoytið verður rætt brúkt. Danir sprændu í hálvfemsunum eitt eyka ískoyti upp á tríggjar milliardir inn í fallitbúgvið Føroyar, helvtin gáva og helvtin bílig lán. Danir »kickstartaðu« soleiðis føroyska búskapin við m. a. at strika stórt sæð alla skuld hjá fiskivinnuni á sjógvi og á landi, umframt sanering av nógvum øðrum vinnufyritøkum uppi á landi.
Skulu vit vóna, at vit ikki finna olju?
Illar tungur siga, at pápi Høgna Hoydal er “høvuðsstrategur” Tjóðveldisfloksins. Tað er ein veruleiki, at hann stendur í fremstu røð at finna olju í føroysku undirgrundini, og harvið milliardainntøkur til landskassan. Um nakað skil var í hugsanum loysingarmanna um fíggjarviðurskifti, so vóru vit noydd til at ynskja, at ongar milliardir koma undan kavi. Tí, so fara vit logandi fallit.
Ikki blokkurin, men »genirnar« og uppalingin
Nú loyvi eg mær at gera »subjektivar« viðmerkingar um eitt øki, eg slettis ikki havi skil fyri. Høgni Hoydal skrivar, at »Blokkurin blokerar vit og skil« og gevur okkum minnilutakenslur. Hetta er ivaleyst ein yvirmeting av blokkinum. Tá skulu vit heldur hyggja eftir »genunum« , uppalingini o. ø. Eru veikleikar í »genunum«, og hevur ein frá vøgguni gjøgnum allan uppvøksturin fingið at vita, at danir eru »lúshundar«, og at danska krónan er eitt vandamikið gjaldoyra, so er sjálvsagt vandi fyri bæði viti og skili og fyri minnilutakenslum, ikki um at tala.
Samantak
Eftir mínum tykki er tað óhugnaligt, at so nógvir persónar, nú úr øllum flokkum, sum bjóða sær til at stýra landi og fólki, sýnast so »turrgeldir«, tá talan er um fíggjarligt vit og skil – um tær mest »basalu« fíggjarligu náttúrulógirnar.