Ikki so løgið kanska, tí fleiri fjølmiðlar hava borið tey tíðindi.
Men hesi tíðindi eru ikki røtt. Helst er misskiljingin komin í, longu tá tíðindi vórðu borin um svarið upp á tvær kærur, ið vórðu sendar um exit-poll-kanningina í Ítróttarhøllini á Nabb í Havn á fólkatingsvalinum.
Tá varð sagt, at kærurnar fingu ikki viðhald. Men tað fingu tær.
Í svarinum upp á kærurnar verður nevniliga staðfest, at henda kanning ikki var í samsvari við reglurnar, tí hon fór fram inni í valhølunum. Tað er sjálvandi loyvt at gera exit-poll-kanningar ? men ikki inni í valhølunum.
Broytingar í vallógini hava sostatt onki við hetta mál at gera.
Broytingarnar í vallógini snúgva seg um:
-at geva blindum og sjónveikum møguleika at velja sær sítt egna hjálparfólk, tá tey atkvøða.
-at lata valhølini verða opin uttan steðg frá kl. 10 á morgni til kl. 20 á kvøldi.
-at geva valstýrunum greiðari heimildir til sjálvi at skipa fyri á valstaðnum.