Ongin møguleiki fyri ognarskatti í Føroyum

Politikarar í Føroyum eiga ikki so frægt sum taka spurningin um ognarskatt til viðgerar, tí tað kann ikki koma upp á tal, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag

- Ognarskattur kann slett ikki koma upp á tal í Føroyum.

Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.

Sum tað sæst í aðrastaðni her á síðuni, er forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag hart ímóti ætlanini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at seta fleiri avgjøld í gildi fyri at breiðka skattagrundarlagið.

Í hesum sambandi hevur spurningurin eisini verðið nevndur um at seta ognarskatt í gildi í Føroyum.

Men tað er ein spurningur, sum politikarar ikki so frægt sum eiga at taka upp til kjak, staðfestir forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag.

-Tað kann aldrin koma upp á tal í Føroyum, tí tað letur seg ikki gera, sigur hon.

Hon heldur, at bæði politikarar og búskaparfrøðingar hava lyndi til at gloyma, at tað er eitt heilt annað bústaðarmynstur í Føroyum enn tað er í øðrum londum.

- Í Føroyum hava fólk onki val enn at hvørt húski byggir síni egnu hús, tí her hevur ongin íbúðarbygging verið, uttan kanska í Havn, har nakrar fáar íbúðir hava verið seldar fyri okursprís.

Samstundis hava fólk betalt skatt av hvørjari krónu, tey hava forvunnið og sum tey byggja húsini fyri.

- Úrslitið er, at fólk stríðast við rentur og avdráttur heilt upp í pensjónsaldurin, áðrenn tey eiga húsini. Og tað er nógv fyri, at ávísir politikarar og búskaparfrøðingar ikki tola at síggja, at eldri fólk skulu kunna eiga síni dýrt goldnu hús, uttan at tosa um at leggja skatt á tey einaferð afturat, tá ið húsini eru goldin.

Les eisini greinina: Tey lágløntu skulu druknast í skatti