Nú Gekkurin í morgin er á ein heil millión krónur, eru alsamt fleiri spurningar, ið stinga seg upp. Ber til at vera dulnevndur? Fær mann hjálp at handfara nógva peningin? Verður Gekkurin nakrantíð vunnin? Og helst eru eisini nógv fleiri spurningar enn hesir.
Sosialurin hevur nú í nakrar vikur roynt at svara spurningunum, ið stinga seg upp kring Gekkin hjá Kringvarpinum. Hesaferð er onki undantak, og hava vit sett Jens A. Simonsen hesar nýggjastu spurningarnar, nú Gekkurin er vorðin so stórur, at tann næsti føroyski millióningurin verður funnin í Gekkinum.
Kringvarpið má vita hvør vinnur
Spurdur hvørt tað er gjørligt at vera dulnevndur í Gekkinum, svarar Jens A. Simonsen, at tað ikki er nakar trupulleiki, um fólk vilja vera dulnevnd, tá tey eru í luftini. Men tá møguligi vinnarin tosar við tey aftanfyri Gekkahjólið, má viðkomandi upplýsa hvør tað er, fyri at Kringvarpið kann seta seg í samband við tey. Men hetta er nakað møguligi vinnarin sjálvur má gera greitt, tá viðkomandi ringir inn.
Minkar um undirhaldið
Fyri nógv er tað stuttligt at vita og tosa um hvør tað er, sum hevur vunnið Gekkin. Hetta er nakað, ið nógv tosa um til arbeiðis mánamorgnar, og spurningurin er, hvørt vanligi hyggjarin er áhugaður í, at møguligir Gekkavinnarar eru dulnevndir.
- Tað verður torførari at tosa við fólk, um tey eru dulnevnd. Ein stórur partur av undirhaldinum við Gekkinum er, at fólk fáa eitt sindur at vita. So tað er heldur undarligt, at fólk skulu vera dulnevnd, sigur Magnus Magnussen, sum í morgin verður verturin frammanfyri Gekkahjólinum.
Vanligt er eisini at tosa um veður og vind, og tað verður sambært Magnusi Magnussen, eitt sindur løgi um onki møguligi vinnarin er dulnevndur.
- Vanligt er, at eg klári nøkulunda at peila meg inná, hvør viðkomandi er, og so seti eg spurningarnar eftir tí. Tað verður sjálvandi torførari, um eg ikki veit hvønn eg tosi við, men eg fari hóast alt at spyrja nakrar spurningar, hvat viðkomandi ger og so framvegis, greiðir Gekkaverturin frá, um hvat hann hevði gjørt, um ein møguligur vinnari velur at vera dulnevndur.
Hann leggur afturat, at hann ikki hevur ánilsi fyri nær Gekkurin verður vunnin, men at nú má tað verða nakað skjótt.
Ongin hjálp at heinta
Danske spil og aðrar útlendskar fyritøkur, ið fáast við eydnuspøl við stórum vinningum, geva ofta teimum, sum vinna, møguleika at fáa hjálp við at handfara peningin. Hetta er tó ikki nakað næsti føroyski millióningurin kann vænta sær.
- Eg havi hugsað tankan, men hetta er ikki nakað vit bjóða. Mann kundi kanska hugsað sær, at fólk innan peningastovnarnar kundu hjálpt við hesum, men vit fara ikki at gera avtalu við ein peningastovn, um vinnarin er kundi í einum øðrum banka, sigur Jens A. Simonsen.
Møguleikin er enn tann sami
Einaferð má Gekkurin verða vunnin, men ógjørligt er at siga nær tað verður. Men til ber at siga, at møguleikin fyri at hann heldur ikki verður vunnin hesa 27. ferðina er 3,2 prosents, sambært frymlinum hjá Peturi Zachariassen, hagfrøðingini.
Hinvegin broytist hjólið ikki, og tí er møguleikin – sum altíð – 12 prosent fyri, at hjólið endar á júst tí økinum, møguligi vinnarin hevur valt sær.