Starvssetan
Eg dugi ikki at síggja, at nakað skeivt er farið fram.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, væntar ikki somu gølu einaferð afturat, nú nýggjur stjóri er settur fyri samanløgdu sjómannaskúlan og maskinmeistaraskúlan.
Tað hevur vakt ans, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur sett Hans Johannus á Brúgv í starvið sum stjóri fyri báðar skúlarnar.
Tað hevur hann gjørt, hóast ein samd setanarnevnd metti, at Gestur Hovgaard, var betri skikkaður.
Og so eru tað mong, sum eru farin at draga samanberingar ímillum hetta málið og eina aðra starvssetan, sum elvdi til mikið rok. Tað var, tá ið ein annars landsstýrismaður í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, setti Steffen Stumman Hansen í starvi sum landsforngfrøðing, hóast setanarnevndin einmælt mælti til at seta Símun Arge.
Jógvan á Lakjuni hevur kunnað landsstýrið um avgerðina.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum sjálvum.
Men Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum hevur eftirlitið við landsstýrismonnunum, heldur ikki, at tað er nakað at finnast at.
Hann sigur, at hann hevur spurt um málið hjá landsstýrismanninum. Og soleiðis sum málið er lagt fram fyri hann, er setanarpolitikkurin hjá tí almenna hildin út í æsir.
Tá ið setanarnevndin gjørdi sína innstilling metti hon, at tveir av umsøkjarunum vóru skikkaðir til starvið: Hans Johannus á Brúgv og Gestur Hovgaard.
? Tá ið setanarnevndin sigur, at hon metir at tveir umsøkjarar eru skikkaðir, hevur hon samstundis givið landsstýrismanninum ein møguleika at velja.
Men nevndin hevur eisini mett, at Gestur Hovgaard betri skikkaður til starvið.
Setir starvið einsamallur
Løgmaður staðfestir, at tað er landsstýrismaðurin, sum er einsamallur setanarmyndugleiki.
? Og hann hevur so lagt dent á aðrar, sakligar fortreytir. Og sakligar fortreytir eru fortreytir, sum eru lýstar í starvslýsingini. Tað kann verða útbúgvingar, leiðsluroyndir og annað.
?Sostatt hevur landsstýrismaðurin gjørt av at leggja dent á nøkur onnur saklig viðurskifti, enn enn setanarnevndin hevur lagt dent á.
? Hetta er eitt avgerð, sum hann hevur rætt at taka.
? Landsstýrismaðurin eigur avgerðina og hann hevur sett starvið útfrá nøkrum fortreytum, sum eru sakligar og sum hann heldur hava týdgning.
Løgmaður sigur, at hann metir, at eftir tí, hann hevur fingið upplýst, er talan sostatt ikki um nakað sum helst brot á almenna setanarpolitikkin.
Og einasta uppgávan hjás løgmanni í hesum málið er at tryggja, at setanin er farin fram sambært galdandi setanarpolitikkinum og tað metir hann at hon er.
Annars hevur løgmaður ikki hug at bera hetta málið saman við málið um landsfornfrøðingin. Hann kennir ikki smálutirnar í tí málinum og hvat tí málinum viðvíkur, hevur tað málið ongan áhuga, tí tað var ein annar løgmaður, sum hevði ábyrgdina av tí.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum, Jógvani á Lakjuni.
Gestur Hovgaard hevur ongar viðmerkingar.
?Eg kann bara staðfesta, at eg havi ikki fingið starvið, sigur hann.
Annars hevur hann ikki hoyrt eitt orð aftur frá um starvið. Hann hevur heldur ikki fingið at vita, hví hann ikki fekk starvið.
Og tað er í hvussu so er ikki í samsvari við setanarpolitikkin. Tí har stendur:
Svar uppá umsókn um starv eigur at verða givið sum skjótast, og helst í seinasta lagi tríggjar vikur eftir, at umsóknarfreistin var úti. Ber ikki til at halda hesa reglu, skal umsøkjari ? helst longu í skrivinum, ið váttar, at umsóknin er móttikin ? fáa boð um nær endaligt svar er væntandi. Avgerðin eigur ikki at verða almannakunngjørd, fyrr enn allir umsøkjarir hava fingið boð um avgerðina.
Og víðari stendur í almenna setanarpolitikkinum:
Grundgevingar
Noktandi svar skulu vera skrivlig og grundgivin.
Í grundgevingini skal verða kunnað um støði undir avgerðini. T.d. hví mett er, at førleikin hjá tí, ið settur er í starvið, svarar betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki er settur ? eitt nú viðvíkjandi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum og/ella samstarvsvilja.