Miðspjaðing
Tað er ikki rætt, at øll vilja búgva í Havn.
Tað kann Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, vátta.
Í Sunda Kommunu er nevniliga eisini gravgangur eftir grundstykkjum.
Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur umsóknir um grundstykki til eini 70 hús, so tað er rættiliga stórur eftirspurningur.
Hann sigur, at eftirspurningurin er eftir grundstykkjum í fleiri av bygdunum í kommununi.
- Vit hava umsóknir um 16 grundstykki á Norðskála, eini 10 fólk hava søkt um grundstykki í Hvalvík og í Streymnesi, sjey hava søkt um grundstykki í Hósvík og seks í Tjørnuvík.
Harumframt hava einstakir byggimeistarar søkt um grundstykki til at byggja tvíhús á, sum verða klár at flyta inn í.
Soleiðis hevur ein byggimeistari søkt um grundstykki í Hósvík til 10 hús og ein annar hevur søkt um grundstykki á Oyrabakka til 20 hús, har nøkur verða tvíhús og nøkur vanlig hús.
Borgarstjórin ivast ikki í, at slík bygging eisini hevur stóran áhuga, tí her koma fólk til hús, sum eru klára at flyta inn í og sleppa sostatt undan øllum stríðnum at byggja sjálvi.
Annars eru tað ikki meiri enn trý ár síðani, at 28 grundstykki vórðu lýst til sølu í Streymnesi, men nú er bara eitt eftir.
Góðar umstøður lokka fólk til
Heðin Zachariasen sigur, at kommunan hevur sett sær fyri, at kommunan skal altíð hava grundstykki tøk fyri at kunna nøkta tørvin.
- Okkara mál í kommununi er, at ongin skal bíða eftir at fáa grundstykki.
Hann sigur, at Kommunan tískil nú fer undir fleiri útstykkingar, men annars eru grundstykki tøk, bæði í Norðskála, á Oyri og í Hvalvík og aðrastaðni.
Borgarstjórin heldur, at tað eru fleiri orsøkir til at tað er so stórur áhugi fyri at seta búgv í Stórkommununi í Sundalagnum.
- Eitt er, at vit liggja sera væl fyri, miðskeiðis í landinum, har tað er skjótt at koyra, bæði til Havnar, til Klaksvíkar, og vestureftir.
- Samstundis hava vit í veruleikanum ansingartrygd til børnini. Tað merkir, at vit hava ongan bíðilista til barnaansing, tí foreldur kunnu altíð vera vís í at fáa børnini í ansing beinanvegin.
Heðin Zachariasen sigur, at tað eru fýra barnagarðar í kommununi, so barnaansing er eitt mál, sum kommunan sleppur undan at hugsa um í nógv ár framyvir.
Samstundis hevur kommunan eisini ansingartrygd í hinum endanum í lívinum.
- Vit hava bygt nýtt ellis- og røktarheim í kommununi og sostatt er eisini eldraøkið væl útbygt, sigur borgarstjórin.
Men samstundis heldur hann eisini, at prísurin hevur stóran týdning.
- Tað er ikki tað sama at keypa eitt grundstykki fyri 80.000 krónur frá okkum í Sundalagnum og at keypa eitt grundstykki fyri á fleiri hundraðtúsund krónur, ella upp ímóti milliónini, í Havnini.
Heðin Zachariasen vísir eisini á, at tað eru fólk úr Havn, sum hava fingið grundstykki í Sundalagnum og sum sostatt flyta úr Havnini.
- Við teimum prísum, sum eru í høvuðsstaðnum, eigur tað at vera ómetaliga tungt hjá einum vanligum húski at fáa endarnar at røkka saman og tá er tað munandi lættari í Sundalagnum og aðrastaðni.
Dagføra kommununa
Annars skulu nógv viðurskifti í Sunda Kommunu dagførast hesi næstu árini.
Í hesum sambandi hevur kommunustýrið sett sær fyri, at í hesum valskeiðnum skulu øll í Kommununi, hava reint vatn, har sum vatnið er kommunalt. Á Oyrabakka og í Hòsvík er liðugt at gera reinsiverk og í ár verður so vatnið reinsað til Vík, Hvalvík og Streymnes í ár og tey næstu árini verður so vatnið í Saksun, Tjørnuvík og Gjógv gjørt liðugt. Tá ið tað er liðugt, skulu kloakkirnar gerast, har tær ikki enn eru gjørdar.
Samstundis skal húsið við fótbóltsvøllin gerast liðug.