Ongin stuðul til økta játtan

Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur ikki stuðul í samgonguni at økja játtanina til Barnabata. Hetta hóast hon fyri tveimum vikum síðani boðaði frá, at játtanin fór at vaksa

Børn og ung í svárari kreppu fáa ikki hjálp. Tað tykist vera greitt, nú Annika Olsen, landsstýriskvinna við almannamálum, ikki fær undirtøku fyri tí, sum annars tóktist vera púra greitt: at økja játtanina til Barnabata við 250.000 krónum, frá 150.000 krónum upp í 400.000 krónur. Tí 4. desember boðaði frá Almannamálaráðið frá, at Annika Olsen hevði gjørt av at gera so. Skrivið frá Almannamálaráðnum kunnu tit lesa aðrastaðni á hesum síðum.

Endurreisa ráðgeving
Økta játtanin til Barnabata skuldi annars nýtast til at endurreisa »Tú & Eg-ráðgevingina«, sum hevur ligið meiri ella minni still seinasta árið. Hetta júst tí, at hóast arbeiðið hjá ráðgevingini er sjálvboðið, so er neyðugt við einum løntum samskipara, um ráðgevingin skal rekast.
Men Annika Olsen hevur ikki stuðul í samgonguni fyri hesum, og tað einasta, sum kann broyta tað er, at samgongan broytir meining ein av næstu døgunum, áðrenn fíggjarlógin fyri næsta ár verður endaliga samtykt hósdagin ella fríggjadagin.
- Eg haldi, at tað er ein gøla, segði Annika Olsen á løgtingsins røðarapalli mánakvøldið, tá løgtingsfíggjarlógin varð viðgjørd og økta játtanin á 250.000 krónur ikki var við.
Annika Olsen heldur, at tað er ótrúligt, at Fíggjarnevndin sker eina so lítla játtan burtur, uttan at gretta orð ella eið fyri henni sum landsstýriskvinnu.

Verður revsað
Trupulleikin hjá Anniku Olsen er, at hon ikki hevði tryggjað sær undirtøku í samgonguni fyri sínum ætlanum, áðrenn hon og Almannaráðið kunngjørdu, at Barnabati fór at fáa fleiri pengar. Hvørki í Fólkaflokkinum ella í samgonguni annars. Og tað tykist vera hetta, hon verður revsað fyri nú.
Tí í løgtinginum í mánakvøldið varð funnist at landsstýriskvinnuni.
- Tað undrar meg ótrúliga nógv, at landsstýriskvinnan boðar frá, at hon ger soleiðis, uttan at hava tryggjað sær undirtøku fyri tí. Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst og tað er ein skandala, segði Høgni Hoydal frá Tjóðveldi millum annað. Hann spurdi eisini, um hetta var ein máti at gera seg vælumtókta uppá, við at senda út tíðindaskriv við slíkum fráboðanum, uttan at hava tryggjað sær undirtøku fyri tí.
Annika Olsen vardi seg við, at hon hevði lagt málið fyri landsstýrið, sum hevði tikið undir við ætlanini.
Løgtingið skal atkvøða um fíggjarlógina eina ferð afturat, tað verður hósdagin ella fríggjadagin og til tá ber til at gera broytingar og tað er hetta, sum eitt nú tinglimir í andstøðuni, seta sítt álit á.

rolant@sosialurin.fo