Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur nú sett liðið til dystin móti Kasakstan í kvøld, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Lars Olsen hevur valt ikki at byrja inni við Súna Olsen. Heldur ikki Chrisrian R. Mouritsen hevur fingið afturval frá dystinum í Kasakstan. Hinvegin hevur Hallur Hansson fingið afturval á miðjuni, eftir at hann misti plássið til dystin móti Týsklandi.
Landsdysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.
Føroyar (4-4-1-1)
Gunnar Nielsen - Jónas Tór Næs, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - Daniel Udsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Pól Johannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst - Jóan Símun Edmundsson
Bonkur:
Kristian Joensen, Símun Rógvi Hansen, Christian R. Mouritsen, Rói Danielsen, Erling Jacobsen, Heini Vatnsdal, Súni Olsen, Páll Klettskarð, Klæmint Olsen, Finnur Justinussen