Ongin vaknaði fyrrenn ein maður fór fyri borð

Tíverri bendir mangt á at eftirlitið hevur ikki røkt sína skyldu


 Tíverri bendir mangt á, at okkara eftirlitsstovnar ikki hava røkt sínar skyldur og mannagongdirnar tykjast ikki vera nøktandi.

Tað staðfestir Gunvør Balle tingkvinna fyri Tjóðveldi

 

Hon hevur rættiliga bitið seg fasta í málið um garnaskipið Anitu í kjalarvørrinum á sorgarleikinum, tá ið ein av manningini fór fyri borð og hvarv.

 

Í fyrradagin setti hon landsstýrismanninum í fiskivinnumálum 15 spurningar um ymisk viðurskifti í samband við Anitu og nú heldur hon fram og setir Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum aðrar 16 spurningar um Anitu.

 

- Landsstýrismaðurin hevur fleiri ferðir sagt alment, at einki er galið við lóggávuni á økinum, sigur Gunvør Balle

Men hennara niðurstøða er, at er lóggávan nøktandi, má okkurt verða heilt galið við eftirlitinum.

 

Hon sigur, at tað er eisini ein spurningur um Anita er eindømi ella um fleiri slík dømi er í føroyska flotanum.

- Tíverri bendir mangt á, at okkara eftirlitsstovnar ikki hava røkt sínar skyldur og mannagongdirnar tykjast ikki vera nøktandi.


Tað er komið fram, at myndugleikarnir leingi hava vitað um fleiri av viðurskiftunum í samband við Anitu, tí onnur reiðari,́ og Fiskimannafelagið, hava meldað reiðaran í fjør.

Meldað hevur verið um at útlendska manningin ikki hevur havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi, at skipið hevði ov nógv gørn o.a.

 

- Men ikki fyrrenn ein maður fer fyri borð, kemur alt óskilið fram, og myndugleikar fara at vakna, sigur Gunvør Balle.

Sjóvinnustýrið hevur kannað málið og hon vil hava at vita, hvat niðurstøðan var.

 

Hon vísir á, at Johan Dahl hevur áður greitt frá, at Sjóvinnustýrið má raðfesta uppgávurnar eftir arbeiðsorkuni.

- Tað er sera viðkomandi at fáa landsstýrismannin at útgreina nærri, hvørjar uppgávur Sjóvinnustýrið uppraðfestir, og hvørjar noyðast at niðurraðfestast.


- Sambært fíggjarlógini eru 20,6 størv í Sjóvinnustýrinum normerað til 20,6 starvsfólk, men sambært heimasíðuni eru 15 fólk í starvi.

Minst tríggir ymiskir stovnar taka sær av mynstringini: Vørn, Sjóvinnu- stýrið og løgreglan, tí tykist ógreitt, hvør ger hvat, og hvør hevur endaligu ábyrgdina.

 

Spurningarnir hon setir, eru hesir:

1. Um Føroya Fiskimannafelag ikki hevði meldað skipið, hevði Anita so siglt enn?

2. Hví hava eftirlitsmyndugleikarnir ikki reagerað fyrr, tá teir leingi hava vitað at alt ikki var í lagi við skipinum?

3. Er Sjóvinnustýrið liðugt við sínar kanningar av Anitu?

4. Um svarið til sp. 3 er játtandi, kann kanningin hjá Sjóvinnustýrinum so við-

festast sum skjal í svari til hesar spurningar?

5. Fær Anitu-málið Sjóvinnustýrið til at herða eftirlitið og kanna onnur skip?

6. Hvørjar nýggjar uppgávur hevur Sjóvinnustýrið fingið, herundir hvussu mong

skip eru komin inn í føroysku skipaskránna síðstu fimm árini?

7. Hvussu mong fólk starvast í Sjóvinnustýrinum?

8. Eru fleiri fólk og ella fíggjarlig orka sett av at fyrisita og røkja

eftirlitsuppgávurnar so hvørt, fleiri skip eru komin í flotan?

9. Hvussu mong starvsfólk eru farin úr starvi í Sjóvinnustýrinum síðstu fimm

árini, harav hvussu mong hava sagt seg úr starvi, og hvussu mong eru søgd úr

starvi?

10. Hvør er orsøkin til at fleiri starvsfólk seinastu mánaðirnar eru farin úr starvi?

11. Hvør hevur yvirskipaðu ábyrgdina av mynstringini/mynstringarlistunum, og

hvar verða listarnir formliga savnaðir?

12. Hvørjar uppgávur verða uppraðfestar, og hvørjar niðurraðfestar, tá tað snýr

seg um at fremja eftirlit við trygd á sjónum?

13. Hvussu nógvir útlendingar starvast umborð á føroyskum fiskiskipum, og

hvussu mangir av hesum hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og hvussu nógvir

hava ikki hesi loyvir?

14. Sambært hvørjum lógum - altjóða sum føroyskum - eru lønar- og arbeiðs-

treytir hjá útlendingum á føroyskum fiskiskipum ásettar?

15. Heldur landsstýrismaðurin, at tørvur er á greiðari lønar- og arbeiðsviður-

skiftunum hjá útlendingum, ið starvast á føroyskum fiskiskipum?

16. Heldur landsstýrismaðurin at grundarlag er fyri at gera eina kanning og eina

frágreiðing av øllum tí, sum er farið fram í málinum um Anitu?