Ongland er nú favorittur til at vinna EM

Fallið hjá Fraklandi og skaðarnir hjá Belgia fáa nú veddingarfyritøkurnar at peika á Ongland sum fremsta favorittin

Hjá veddingarfyritøkunum kom tað ikki illa við, at Frakland datt úr EM-kappingini aftaná ósigurin fyri Sveis. Nógv hava spælt uppá Frakland sum vinnara.

 

Aftaná fallið hjá Fraklandi og skaðarnar hjá lyklaleikarunum hjá Belgia, Edin Hazard og Kevin De Bruyne er Ongland nú favorittur til at vinna EM-endaspælið á fyrsta sinni.

 

Í fjórðingsfinalunum er Ongland greiðasti favoritturin til at vinna seg víðari. Ongland møtir Ukraina á Olympiska Leikvøllinum í Rom komandi leygarkvøld.

 

Vinnur Ongland á Ukraina og vinnur Danmark á Kekkia møtast liðini í hálvfinaluni á Wembley leikvøllinum í London, mikukvøldið 7. juli. 

 

Næststørsti favoritturin hjá veddingarfyritøkunum er nú Spania.

 

Sambært enskum miðlum eru hetta oddsini hjá veddingarfyritøkunum uppá EM-vinnaran hesaferð: 

 

  • Ongland 9/5
  • Spania 16/5
  • Italia 4/1
  • Belgia 13/2
  • Danmark 10/1
  • Kekkia 25/1
  • Sveis 25/1
  • Ukraina 30/1