Pínligt, vánaligt og onnur lýsingarorð verða brúkt um avrikið hjá Onglandi í gjár móti Danmark. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Harry Kane legði Ongland á odda eftir eitt stórt kort, men ensku heimsstjørnurnar megnaðu ongantíð at seta seg á dystin.
Danmark svaraði aftur við framúr langskoti frá Morten Hjulmand, sum til dagligt spælir við Sporting í Portugal. Restina av dystinum hevði Ongland torført við at seta seg á dystinum. Eftirfylgjandi hava viðmerkjarar sum Gary Lineker kalla avrikið hjá Onglandi fyri ”shit”, ið merkir avbera vánaligt.
Tað er framvegis stórur spenningur í bólki C, eftir at Serbia og Slovenia spældu javnleik. Seinasta umfar verður Danmark-Serbia og Ongland-Slovenia.
Danmark – Ongland 1-1 (1-1)
0-1 Harry Kane, 18
1-1 Morten Hjulmand, 34
Danmark: Schmeichel; Andersen, Christensen, Vestergaard; Kristiansen (Bah 57), Hjulmand (Nørgaard 82), Højbjerg, Mæhle; Eriksen (Skov Olsen 82); Højlund (Poulsen 67), Wind (Damsgaard 57)
Ongland: Pickford; Walker, Stones, Guéhi, Trippier; Alexander-Arnold (Gallagher 54), Rice; Saka (Eze 70), Bellingham, Foden (Bowen 69); Kane (Watkins 69)
Slovenia – Serbia 1-1 (1-1)
1-0 Žan Karničnik, 69
1-1 Luca Jovic, 90+5
Slovenia: Oblak; Karničnik, Drkušić, Bijol, Janža; Stojanović (Verbić 76), G Čerin, Elšnik (Brekalo 90+1), Mlakar (Gorenc Stanković 64); Šporar, Šeško (Vipotnik 76)
Serbia: Rajković; Veljković, Milenković, Pavlović; A Živković (Birmančević 82), Ilić, Lukić (S Milinković-Savić 64), Mladenović (Gaćinović 46); Tadić (Samardžić 82); Vlahović (Jović 64), Mitrović
Støðan:
1: Ongland 4 (+1)
2: Danmark 2 (0)
3: Slovenia 2 (0)
4: Serbia 1 (-1)