Ongland og USA víðari

HM 2022: Ongland vann bólkin sannførandi, meðan USA mátti stríðast, fyri at knúgva Iran

Í kvøld vóru triðju og seinastu dystirnir í bólki B spældir. Ongland vann bólkin við greiðum 3-0 sigri á Wales, meðan USA hevði tryggin móti múrinum í seinna hálvleiki, men megnaði at knúgva Iran 1-0.

 

Wales – Ongland 0-3 (0-0)

 

1-0 Rashford, 50

 

2-0 Foden, 52

 

3-0 Rashford, 68

 

Ongland vann ein greiðan 3-0 sigur á Wales og er vinnari av bólkinum. Spælarar sum Marcus Rashford, Phil Foden og Kyle Walker vóru allir við frá byrjan í kvøld.

 

Tað skuldi vísa seg, at verða ein góð avgerð. Marcus Rashford var ein støðug hóttan og skoraði millum annað eitt framúr fríspark. Phil Foden er altíð góður fyri gott álopsspæl og fekk eisini eitt mál. Wales var ongantíð nær við.

 

Iran – USA 0-1 (0-1)

 

0-1 Pulisic, 38

 

USA vann nógv umstrídda dystin móti Iran. Politiskur undirtónarnir spældu ein stóran lut í upptaktini, men á vøllinum var tað fótbóltur og einki annað.

 

Christian Pulisic bleiv stóri spælarin. Hann skoraði málið nakað fyri hálvleiki, tá hann var fyrstur á eitt innlegg frá Sergino Dest. Høgri bakkurin stútaði bóltin innfyri, eftir framúr avlevering frá Weston McKennie. Christian Pulisic legði so nógv fyri, at hann rendi saman við málverjanum og bleiv skaddur.

 

Í seinna hálvleiki trýsti Iran, men tað bleiv ongantíð ordiliga spennandi. Iran vildi hava brotsspark, men tað var ikki nokk í støðuni til at tjekka tað á VAR. Sostatt er USA víðari.

 

Bólkur B:

 

1: Ongland 7

 

2: USA 5

 

3: Iran 3

 

4: Wales 1