Ongland vann á Týsklandi

Ongland og landsliðsvenjarin, Fabio Capello halda góðu gongdini. Ongland vann 2-1 á Týsklandi á Olympiska Leikvøllinum í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Tá 24 minuttir vóru spældir helt týski málverjin, Rene Adler ikki bóltunum, og Matthew Upson varð skjótur at gagnýta støðuna, og leggja Ongland framum 1-0. Talan er um fyrsta landsliðsmálið hjá Upson. Tíðliga í 2. hálvleiki hava enski málverjin, Scott Carson og John Terry stórar samskiftistrupuleikar. Endin er, at Patrick Helmes fer við bóltunum, rundar Carson, og skýtur bóltin í tóma málið til 1-1. John Terry gjørdi tó skaðan góðan aftur. Stutt fyri leiklok beinir Stuart Downing eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Týsklandi. John Terry stútar bólti hegnisliga í handara hornið. Løtu seinni eru aftur galið í samspælinum millum Carson og Terry, men Ongland vinnur 2-1.

 

Diego Maradona fekk eina dreymabyrjan, sum argentinskur landsliðsvenjari, tá Argentina vann 1-0 á Hampden Park í Skotlandi. Sigursmálið fall longu aftaná 8 minuttirs spæl, tá Maxi Rodriguez í góðum samstarvi við Carlos Tevez og Jonas Gutierrez hegnisliga skoraði til 1-0. Skotland hevði í løtum stórar trupuleikar við at fylgja leikferðini hjá Argentina. Skotar gjørdu eisini verjuvillir, sum vóru nær við at geva fleiri mál til Argentina. Ígjøgnum allan dystin hevði Skotland stórar trupuleikar við at spæla seg gjøgnum argentinsku verjuna. Tað varð ein ovurfegin Diego Maradona, sum kundi práta við fjølmiðlarnar, aftaná eitt sannførandi avrik hjá Argentina.