Seinastu dagarnar hevur alarmsentralurin havt úr at gera við at taka telefonina - uttan at nakar hevur verið í neyð. Onkur hevur nevniliga bara ringt og ringt og ringt fyri at spæla hund við tey á alarmsentralinum.
Tað ber ikki til at síggja, hvør tað er, sum blívur við at ringja, tí viðkomandi hevur ringt frá einari telefon uttan simkort.
Tí heitir Politiið nú á foreldur, avvarðandi og starvsfólk á bústovnum um at hugsa um hetta og tryggja, at børn ella búfólk ikki misnýta 112 tænastuna upp á hendan mátan. Hetta kann eitt nú gerast við ikki at lata fartelefonir til børn og onnur at brúka sum leikutoy.
– Hetta hendir av og á, og tað er sera órógvandi. Í morgun vóru 62 uppkall. Hósdagin vóru 2-3 uppkall um minuttin, og aftur í gjár vóru fleiri uppkall, sigur vakthavandi, sum stúrir fyri, at hesi uppkall kunnu gera, at eitt veruligt uppkall ikki sleppur ígjøgnum.
– Tað kann jú fáa stórar avleiðingar fyri onkran, sum veruliga er í neyð. Tí tá tað verður ringt so ofta, kunnu onnur vanlig uppkall drukna í hesum. Tað er tað, vit ræðast, sigur vakthavandi.
Politiið hevur vent sær til Føroya Tele, sum sigur seg arbeiða við at finna eina loysn, men tað virkar sambært vakthavandi ikki sum, at har hendir nógv tí viðvíkjandi.