Takk fyri møguleikan at siga nøkur orð her í dag. Helt eg skuldi taka av, hóast stutt skotbrá, og tíðin var knøpp at seta saman nøkur orð.
Ì dag, 2. Mars 2022, fyllir Mikhail Garbachev (Gorbatjov) ár – hann verður 91 ár.
Hann sat sum leiðari í Russlandi, ella Sovjetsamveldinum, sum tað tá kallaðist, frá 1985 til 1991. Tann síðsti leiðarin í Sovjet, sum skramblaði saman – innanífrá, í 1991.
Men Gorbatjov gav okkum hugtøk sum Glasnost og Perestrojka – opinleiki og umlegging. Og við hesum hugtøkum arbeiddi hann fram móti avspenningi i heiminum.
At okkurt er spennandi hevur mangan hug at hugtaka okkum. Men onkutíð er eisini tað óspennandi gott fyri okkum.
Við hava havt eini 30 ár við avspenningi í heiminum – óspennandi, men hóast alt betri enn spenningur – tann spenningur sum var, og sum nú aftur er við at byggja seg upp í heiminum.
Gorbatjov ætlaði kanska ikki at gerast síðsti leiðarin í Sovjet, men hann ynskti avspenning og frið. Og undir hansara leiðslu kom samband aftur millum eystur og vestur.
Vit vóru nakrir studentar á námsferð í Íslandi í 1986, sum vóru so heppin at vera í Reykjavík, tá stórhendingin fór fram: Gorbatov vegna Sovjet og Reagan vegna USA, hittust til toppfund í Reykjavík. Vit stóðu millum teirra, ið heilsaði fylginum av bilum við svørtum rútum, sum koyrdi framvið, og har heimsins leiðarar vóru í – teir høvdu júst hitst, og enntá prátað saman. Óhugsandi bert stutta tíð frammanundan. Jú, her var ein glotti fyri framman, eftir kalt kríggj í fleiri áratígggju.
##med2##
Og tann 9. november í 1989 fall Berlinmúrurin (mest ítøkiliga prógvið um jarntjaldið, sum hesi árini býtti heimin í tvey – eystur móti vestri.
Og eini tvey ár seinni var Sovjet søga. Og heimurin byrjaði so at siga av nýggjum.
Ein avleiðing her heima á klettunum var, at brúk var ikki longur fyri early warning skpanini, og radararnir í kuplunum á Sornfelli vóru tikinir úr nýtslu og stásiligu húsini hjá donsku hermonnunum í Mjørkadali stóðu tóm -tey gjørdust seinni føroyskt fongsul, men tað er onnur søga.
##med3##
Men so vaknaði russiska bjørnin aftur, eftir at alt hevði verið óspennandi í eini 30 ár, til gleði fyri heimsins borgarar. Putin leyp á Ukraina, nakað sum øll hildu vera óhugsandi.
Hvat hendir? Hevur Putin mist vit og skil? Ella er hetta okkurt, ið hevur verið ávegis longi, men vit hava bara ikki sæð ávaringarteknini?
Tað skal ikki metast um her. Her kann bert staðfestast, at heimsfriðurin, ið hevur verið veruleiki síðstu á leið 30 árini, er í vanda.
##med4##
Hjá okkum, sum minnast tíðina við kalda krígnum, við jarntjaldinum og ræðsluni fyri Russarum og fyri maktjavnvágini, ið mátti haldast millum eystur og vestur, er hetta sum at spola ein film aftur. Sum tá ein sær okkurt óspennandi, og vaknar við aftur, og má spola aftur. Nú kennist tað, sum er tíðan spolað aftur til tíðina innan 1991 ella 1989.
Men tað má ikki henda. Fólk í frælsa heiminum mugu taka lógvtak, standa saman, og veita alla hugsandi hjálp til Ukraina, har fólk nú berjast fyri sínum landi – fyri lívinum.
Vit mugu gera okkara. Vit mugu hava tey í huga og hjálpa á tann hátt vit kunnu.
Vit byrja í dag, tí vit kenna ikki dagin í morgin. Í Ukraina vita tey ikki, um tey yvirhøvur eiga dagin í morgin.
Kringsatt av Fiender er yrking eftir Nordahl Grieg. Skrivað í 1936.
Til ungdommen kallast yrkingin.
Eitt ørindi er soljóðandi:
Edelt er mennesket,
jorden er rik!
Finnes her nød og sult,
skyldes det svik.
Knus det! I livets navn
skal urett falle.
Solskinn og brød og ånd
eies av alle.
Í dag er hugur okkaara við fólkinum í Ukraina – og í økjum kring heimin, har bardagi herjar.
Takk fyri møguleikan at siga hesi fátøku orð.
Dagfinn Olsen
##med5##
##med6##