Onnur skulu hava skyldina

Seinastu tíðina hevur verið ein øgiligur ágangur á sitandi samgongu. Ikki minst um avgerðina um at lata upp fyri, at partar av kvotuni í Barentshavinum skuldu bjóðast út, nú nøkur fá reiðarí hava, kann ein siga, »átt« hesa kvotu ókeypis í 40 ár.

 

Seinastu 30 árini hevur kvotan verið sera stabil, soleiðis at møguleikarnir hjá hesum reiðaríum at byggja sær meira nýmótans skip hava verið av teimum bestu.

 

Av forvitni loyvdi eg mær at hyggja eftir, hvussu hevði gingist at nútímansgera flotan í Barentshavinum. Og eg má siga, at eg gjørdist skelkaður, tá eg sá tølini. Tí har sæst, at ongin nýbygningur var ímillum teirra, sum tey seinastu árini hava siglt fullfermdir heim, við hvørt eftir fáum vikum og við hvørt eftir tveimum-trimum mánaðum við 700-800 tonsun.

 

Eitt undantak var Skálaberg, sum eftir stuttari tíð var seldur aftur, tí tað betalti seg betri at lata eitt 20 ár eldri skip, Gadus, fiska kvotuna.

 

Trolararnir, sum nú eru í drift og hava verið tað tey seinastu nógvu árini, eru Sjúrðarberg, bygdur í 1985, Gadus, bygdur í 1987, Enniberg, bygdur í 1990, og Akraberg, bygtdur í 1994. Tað vil siga, at at hesir trolararnir í meðal eru 29 ára gamlir!

 

At hesi reiðarí nú dag og dagliga eru í fjølmiðlunum og geva sitandi samgongu skyldina fyri, at tey ikki kunna byggja nýmótans trolarar, tað er ófatuligt. Meðan okkara heimafloti hevur ikið á knøunum fíggjarliga, fyrst og fremst tí okkara fiskigrunnar ikki eru størri enn eitt frímerki afturímóti Barantshavinum, so hava hesir trolarar havt eitt sprenfult Barentshav til teirra drift.

 

Orsøkin til, at teir alment koma við slíkum vitleysum pástandum, er eina og aleina, tí teir ikki tora at standa við sítt egna máttloysi. Onkur annar skal hava skyldina. Tí hesi reiðarí tora sjálvsagt ikki at viðurkenna, at tey øll hesi árini, har vit við uppsjóvarfiski hava mugað goldið dýrt fyri at halda botnfiskakvotunum í norskum og russiskum sjógvi uppi, kortini ikki hava megnað at endurnýggja flotan í Barentshavinum. 

 

Um heimafloti okkara hevvði havt somu møguleikar og kvotur, ið hesir flakatrolarar hava havt, so hevði í øllum førum grundarlag verið fyri, at vit høvdu ein nýmótans heimaflota.

 

Nú kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu oftani hesir flakatrolararnir eru niðugoldnir og avskrivaðir. Og hvar er so allur tann peningurin, ið eftir vanligum rakstri kuldi verið brúktur til at endurnýggja veiðitólini, blivin av? Havi ikki sjálvur nakað skil fyri roknskapi, men tað hevði verið áhugavert at sæð, hvussu nógvur peningur øll hesi árini á ymiskan hátt er vorðin kanaliseraður út til útlendska kapitalin, sum er í stórum parti av Barentshavs-flotanum.