Fyri tíð síðani kom heldur løgið mál undan kavi, tá fjølmiðlarnir tóku upp mál um kostnaðarendurgjald hjá ávísum tingmanni, eftir at skjøl, sum í trúnaði vóru latin formansskapinum í løgtinginum, vóru komin í hendurnar á fjølmiðlafólki.
Soleiðis gjørdist málið aktuelt, men tað byrjar við, at gamla lógin segði, at tingmenn, sum búgva uttanfyri Havnina, hava rætt til kostnaðarendurgjald, alt eftir hvar teir hava bústað.
Tingsins formansskapur reisti málið um kostnaðarendurgjaldið hjá tingmanninum Jóannes Eidesgaard. Síðani hevur málið fingið eina løgna gongd, tí að er vorðið alment, eftir at onkur hevur latið Dimmalætting upplýsingar og tilfar um málið. Hetta er tilfar, sum er latið formansskapinum í trúnaði og sum ikki eingang tingmaðurin hevur sæð.
Lógin ógreið
Vit hava vent okkum til Jónnes Eidesgaard fyri at fáa eina viðmerking og fyri at taka samanum gongdina í málinum.
? Síðani eg kom á ting í 1990, hevur hetta við at búgva uttanfyri Havnina verið mín leiklutur. Tað hevur ongantíð verið sett spurnartekin við míni viðurskifti, fyrr enn nú í síðstuni, men tað hevur kanska verið frammi í samband við aðrar tingmenn av og á, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til gongdina í málinum.
? Orsøkin til, at hetta tekur seg upp, er helst, at orðingin í gomlu lógini er nakað ógreið viðvíkjandi hvar ein býr. Hetta er ikki nærri greinað í lógini. Tá eg fór úr Tinganesi í 1996, gjørdist eg vanligur tingmaður og royndi samstundis at taka upp lærarastarvið við skúlan á Tvøroyri. Eingin setti spurnarekin við nakað tá. Vit keyptu so eini hús í Havn og í sær sjálvum er tað einki brotsverk, Heldur Jóannes Eidesgaard.
? Tá eg so eisini fór í Fólkatingið og varð biðin at taka farloyvi frá lærarastarvinum, byrjaði málið líkasum at taka form. Eg veit ikki, hvør fyrst tók tað upp, fjølmiðlarnir ella løgtingsskrivstovan. Dimmalætting setti spurnartekin við, um ávísir tingmenn høvdu rætt til kostnaðarendurgjald, og har varð eg so eisini nevndur, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hvar er høvuðsbústaðurin?
? Síðani hend tað, at stjórin á løgtingsskrivstovuni sendi mær bræv í augustmánað í fjør, har spurt varð, um eg kundi upplýsa um, hvar mín bústaður var, um eg hevði fleiri, so hvar mín høvuðsbústaður var, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.
? Eg svaraði aftur, at mín bústaður var alt eftir hvar eg arbeiddi. Onkutíð á Tøroyri, ofta í Havn og onkutíð í Keypmannahavn. Hvar høvuðsbústaðurin var, tað dugdi eg illa at svara. Hevði eg einki politiskt arbeiði, so hevði hann ivaleyst verið á Tvøroyri, tí so fór eg aftur í mítt borgarliga starv. Men hvat er høvuðsbústaðurin? Er tað har ein svevur mest,har ein arbeiðir mest, ella har ein hevði verið, um ein ikki fekst við politikk? Hetta fekk eg iki at vita, sigur Jóannes Eidesgarrd, sum síðani varð kallaður á fund á løgtingsskrivstovuni.
Har greiddi hann frá teimum spruningum, sum løgtingsskrivstovustjórin setti og síðani fekk hann at vita, at formansskapurin fór at taka málið upp.
- Tí ver eg innkallaðurmtil fundar, men eisini aðrir tingmenn høvdu fingið fundarboð, sigur Jóannes Eidesgaard.
Kemur í fjølmiðlarnar
? Tað næsta eg síggi, er at Dimmalætting endurgevur úr einum notati, sum skrivstovustjórin hevur gjørt til formansskapin, har millum annað míni viðurskifti verða viðgjørd og niðurstøðan er, at eg helst ikki hevði rætt til fult kostnaðarendurgjald. Notatið varð skrivað og givið formansskapinum í trúnaði, havi eg fingið at vita, tá eg spurdi limin, sum Javnaðarflokkurin eigur í formansskapinum. Tað vil siga, at 4 persónar hava fingið skjalið, umframt tann, ið hevur skrivað tað. Ein av hesum hevur so latið fjølmiðlunum, Dimmalætting, skjalið, so kenn ein bert gita sær til, hvør tað er, men lat tað fara, sigur Jóannes Eidesgaard, sum sjálvur enn ikki hevur sæð skjalið.
Bert lønmóttakari
? Tað er sjálvsagt, at blaðið byrjar at endurgeva úr skjalinum, tí eg havi ongantíð sæð tað. Har verður sagt, at eg havi ikki rætt til kostnaðarendurgjald, men havi fingið tað. Formansskapurin ber seg undan, tá roynt verður eftir einiviðmerking. Um somu tíð verður tosað um at fáa nýggja lóg og hon er so komin nú. Hon ruddar líkasum ivan burtur, og er tað ein av fyrimununum, so søgan, sum nú gongur, ikki endurtekur seg, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formansskapurin er afturlatin og vil ikki koma við viðmerkingum og Jóannes Eidesgaard kennir seg illa viðfarnan í hesum málinum.
? Eg havi ongantíð ásett mína løn. Eg havi móttikið løn, sum so mong onnur, og havi sjálvsagt eisini verið í teirri trúgv, atløgtingsskrivstaovan hevur havt tær upplýsingar um míni viðurskifti, sum er av týdningi fyri lønina og lønarútrokningina, sigur Jóannes Eidesgaard, sum hevur svarað spurningum bæði munnliga og skrivliga.
Politiskt motiv
Jóannes Eidesgaard skrivaði síðani formansskapinum bræv, har hann vildi hava at vita, hvat alt málið snúði seg um og hvat viðgerðin viðvíkjandi lønarviðurskiftunum endaði við, eftir at hann hevði fingið skriv og hevði verið á fundi við skrivstovustjóran.
- Formansskapurin svarar, at hann hevur ongantíð viðgjørt málið og fer heldur ikki at taka málið upp viðvíkjandi mínum lønarviðurskiftum í mun til gomlu lógina, sigur Jóannes Eidesgaard.
- So standi eg aftur har, sigur Jóannes Eidesgaard, sum spyr seg sjálvan, um málið hevur politiskt motiv.
- Skal formaður Javnaðarfloksins hongjast út fyri at hava tiltuskað sær pening? Hesum havi ongan áhuga í og eg havi ongantíð gjørt tað heldur og vil ikki hava tað sitandi á mær. Tí haldi eg, at eg sum lønmóttakri má kunna krevja arbeiðsgevaran eftir greiðum svari, men tað vil hann ikki geva mær, sigur Jóannes Eidesgaard, sum spyr, um orsøkin kanska liggur í, at onkur hevur áhuga í, at henda søgan skal hava frið at ganga millum manna.
? Eftir at ein leki hevur verið, og hetta kom í fjølmiðlarnar, so kann ein hava sínar hugsanir, metir Jóannes Eidsgaard.
Fær lítið gjørt
? Sum Sigmund Poulsen, løgfrøðingur, eisini hevur víst á, so fái eg so lítið gjørt. Eg havi ngar handlimgsmøguleikar. Eg kann ikki fara á løgtingsskrivstovuna og leggja pening á borðið, tí tey taka ikki ímóti. Tað kann heldur ikki vera rætt, at eg skal sita og finna útav hesum. Havi fingið nakað av órøttum, so vil eg vita tað og so vil eg fegin gjalda aftur, meneftir øllum at døma vil formansskapurin als ikki taka málið upp. Eg haldi at formanskapurin eigur at geva mær og mínum trívirði ein møguleika, sigur Jóannes Eidesgaard.
? Eg kann leggja mítt trúvirði í oyði, um eg havi hug til tess, men eg haldi ikki aðrir skulu oyðileggja tað. Tað er hetta, sum er kjarnin í málinum, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Tó skilji eg partvís formansskapin. Fara vit at taka Jóannes Eidesgaard til viðgerðar, so mugu aðrir eisini fáa viðgerð. Hetta fara fjølmiðlar og ommur at krevja. Hvussu langt skulu vit so fara? So mugu vit fara so langt aftur, sum vit minnast og tað verður eitt størri mál. Tá snýr tað seg um núlivandi og eisini um farnar løgtingsmenn, sum hava verið í somi støðu. Menn, sum hava sæð, at arbeiðsuppgávan er so stór, at teir mira ella minni nýta ala sína tíð í Havn. Tað er rættiliga áhugavert, at menn, sum arbeiða nógv, skulu revsast, meðan aðrir, sum ferðast aftur og fram og kanska eru mest við hús, ikki hava nakrar trupulleikar, helsur Jóannes Eidesgaard.
? Ein setir ongantíð spurnartekin við ein landstýrismann, sum kemur av bygd, og nýtir alla sína tið í Havn. Men ein tingmaður kann sagtans vera líka nógv upptikin, sum ein landsstýrismaður, sigur Jóannes Eidesgard.
Stór uppgáva
? í mínum føri hendi hetta. Uppgávan bleiv so stór, at eg var meira í Havn, enn gott er , um ein skal døma eftir hesum málinum, sigur Jóanes Eidesgaard.
- Afturat var eg nógv í Keypmannahavn. Eg viðgangi, at eg havi verið minni á Tvøroyri, enn eg átti at verið, men tað hevur verið neyðugt, fyri at røkja uppgávuna, sum tvørafólk og aðrir suðuroyingar hava valt meg til. Tí havi eg havt reina samvitsku yvir fyri teimum, tí eg havi verið til arbeiðis. Hevði eg gingið og malið á Tvøroyri, so hevði neyvan verið gott heldur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki skilir, hvi hann varð kallaður til fundar, hví hann skuldi svara øllum møguligum spurningum og hví trúnaðar notat varð skrivað av skrivstovustjóranum á løgtingsskrivstovuni, tá málið ikki skal takast upp. Hann vónar ikki, at motivið er politiskt, tí túvirðið er av stórum týdningi hjá øllum politikarum o tí er óheppi, um onnur undirgrava eins trúvirði.
- Soleiðis er statt við málinum í løtuni, sigur Jóanes Eidesgaard, sum vónar at fáa enda á hesum málinum.