Ónøgd við leiðsluna á Glasi

Næmingar á Glasi vístu sína ónøgd í dag

Leiðslan hevur gjørt av, at flokkarnir bert sleppa á námsferð til Íslands, Danmarkar ella Noregs. Ein av teimum, sum sat á trappuni á Glasi í dag, er Bára Vidtfeldt Reginsdóttir.

 

- Vit eru ónøgd við, at námsferðin er stytt og broytt, so at vit bara sleppa til Noregs, Danmarkar og Íslands,, sigur Bára Vidtfeldt Reginsdóttir.

 

Næmingarnir eru eisini ónøgdir við, at eitt nýtt gjald er komið. Leiðslan hevur gjørt av, at næmingarnir skulu gjalda 500 krónur um árið fyri pappírsprent.

 

- Vit hoyra um ymiskar broytingar, men fáa einki beinleiðis at vita, og tað eru vit ill um, tí vit vilja virðast meira enn so, sigur Bára Vidtfeldt Reginsdóttir.  

 

Næmingarnir vóna, at mótmælini fara at hjálpa.

 

Trappuverkfall var eisini í 2022, men tá kom ikki stórvegis burturúr. Hesaferð er eisini skipað fyri undirskriftainnsavnan, og nógv hava skrivað undir. 

 

Tað siga Jóhanna, Eyð, Beinta og Bjørt, sum savnaðu undirskriftir, tá vit komu framvið.

 

Tær halda, at mótmælini senda ein boðskap til leiðsluna, tí mótmælini hava fingið dygga undirtøku millum næmingarnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##