Opel 110 ár

Hóast Opel verksmiðan er næstan 150 ára gomul eru tað í ár 110 ár síðan framleiðslan av bilum byrjaði.

Í Týsklandi verður gjørt nógv burturúr at 110 ár eru liðin síðan Opel verksmiðjan, sum varð stovnað í 1863, byrjaði at framleiða bilar í 1899.


Í hesum sambandi hava Opel gjørt nakrar serligar útgávur, sum nevnast “Selection 110 Jahre”, sum eru jubileumsmodell, ið verða seld til ein serligan prís.


Opel verksmiðjan, Adam Opel GmbH, var ein sjálvstøðug bilverksmiðja til hon varð yvirtikin av General Motors í 1929.