Operahúsið stendur í 70.000 krónum

Sonevnda operahúsið, sum bygt verður í Froðba, er nú innilokað, og vindeyguni í ovaru hæddini eru komin í.

Fáur hevði trúð, at húsini á hesi myndini, sum eisini verða rópt operahúsið í Froðba, standa í einans 70.000 krónum - heilt frá grundstykkinum og til tað, sum hesi húsini eru í dag.

 

Í Froðba í dag tosaði in.fo við mannin, sum byggir hesi húsini til sonin. Vit spurdu hann, hvussu nógvum pengum, húsini standa í, soleiðis sum tey standa í dag.

 

- Taka vit grundstykki, útgrevstur, planering, stoyping og alt tað, sum higartil er gjørt, er talan um einar 70.000 krónur.

 

Snikkarin sigur, at hann hevur gjørt vindeyguni til húsini sjálvur, men hann hevur valt at keypa impregneraðan klædning, tí tað metir hann verða neyðugt fyri haldbari.

 

- Eg havi annars arbeitt mest við viði frá niðurtøku av egningaskúrum og plattaviði, eins og eg gjørdi, tá eg bygdi húsini hjá dóttir míni. 

 

Snikkarin greiðir frá, hvør søgan aftanfyri "operahúsið" í Froðba er:

 

- Tað var soleiðis, at eg hevði bygt húsini hjá dóttir míni. Tá tey vóru liðug, spurdi eg sonin, um hann eisini skuldi hava eini hús. Tá svaraði hann skemtiliga, at húsini hjá honum helst fóru at líkjast operahúsinum í Sydney.

 

Hann sigur, at tað var her, ið hugskotið kom at byggja hesi húsini hjá soninum lík kenda operahúsinum í Sydney.