Opið bræv til løgtingið og landsstýrið

Demokratiska undirskotið í Føroyum hevur víst seg at vera stórt og vaksandi.
Fjølmiðlarnir hava av­dúkað brot á allar fyri­sit­ingar­reglur, men eingin í lands­stýrinum tekur ábyrgd, og samgongumeirlutin ger einki við málið. Hetta er óhald­bært, og vit mugu øll taka tøk, fólkaræðinum at frama.
Tingfólk, serliga í sam­gong­uni mugu alment siga sína hugsan um hesar spurn­ingar.

Kjartan Hoydal
kjartanhoy@gmail.com
------

Vanliga havi eg ta fatan, at politisk orðaskifti ikki skulu vera um persónar, men um politisk mál. Málini og yvirskipaðu karmarnir um skilagott politiskt ar­beiði, sum miða ímóti at loysa grundleggjandi trupul­leik­ar í samfelagnum, dygg fyri­­sit­ing og virðing fyri demo­­krat­iskum reglum og rætt­ar­­trygd hava týdning. Parta­­politisk atlit og roynd­ir­nar hjá einstaklingum at verða afturvaldir hava minni áhuga.
Tað kunnu tó vera tíðir, har tað ikki ber til at halda hesa meginreglu. Júst nú eru vit í tílíkari tíð. Fyri­sitingarliga óskilið og rumbl­ið, sum hevur valdað, síð­ani núverandi samgonga tók við, krevur skarpari lút enn fólka­ligar greiningar av málum.
Eftir kreppuna í nítiáru­num lærdu føroyingar, hin harða vegin, hvussu langt eitt samfelag kann fara av leið, um einki vigar ímóti maktini. Vantandi javnvág og eftirlit við føroysku politisku skip­anini var til almiklan skaða fyri samfelagið og fólkið í Før­oyum.

Soleiðis nýtist ikki at vera
Í nógvum londum eru skip­anir, sum royna at tálma valdið hjá einum politiskum stovni. Onkustaðni tvey ting ella hús, sum bæði skulu sam­tykkja lógir. Eisini dóm­stólar, sum kunnu taka upp lógaruppskot og politiskar avgerðir, um tey stríða móti stjórnarskipanini ella van­lig­um lógarsiði og rætti. Eisini er nógvastaðni møgu­leikin at leggja mál út til fólka­at­kvøðu.
Einki av hesum finst í Føroyum enn, men í upp­skot­inum til nýggja stjórnar­skipan, sum løgtingið hevur ligið á nú í nógv ár, eru skipanir og møguleikar at fáa betri eftirlit við politisku skipanini og møguleikar at tryggja minnilutum rætt­ar­trygd. Løgtingið hevur ligið á hesum máli í nógv ár.

Vit vunnu valið, so nú ráða vit - tit taptu, so haldið tit kjaft!
Hetta varð hugburðurin í nýggju ABDH-samgonguni eftir valið í november 2011. Hetta varð sagt av leiðandi politikarum, og hetta hev­ur verið arbeiðslagið í fleiri, skjótum og skitnum politi­sk­um avgerðum, sum eru settar í verk uttan virðing fyri greiniligari lýsing av málum og veruligum hoyringum. Hetta er prógv um stóra demo­­kratiska undirskotið og vant­andi demokratiska med­vitið hjá teimum ráðandi.
Ein yvirlýsing frá norður­landa yrkisfeløgunum fyri starvsfólk hjá tí al­menna lýsir gongdina. Gongd­in er ikki serstøk fyri Før­oy­ar, men sæst í hinum Norður­lond­unum og í ríku londunum yvir­høvur. Í yvirlýsingini verð­ur støðan í Føroyum lýst so­­leiðis:
“Í Føroyum hava vit merkt fleiri álvarsamar broy­t­­ingar seinastu tíðina. Ógvus­­lig skattabroyting við at und­an­skatta og seta í gildi felags­skatt fór fram í bráðum skundi og uttan stundir og vilja til greiningar og uttan atlit til tey hørðu mótmælini. Flat­skatturin og mink­aða skattainnkrevjingin bera í sær eitt skeivt býti og gera væl­ferðarsamfelagið og al­menna geiran veikari......Nú upp­liva vit beinleiðis avtøku av týdningarmiklum eftirlits­stovni og demo­krat­iskar spæli­reglur verða lítils­virdar”
Eitt annað dømi um, hvussu farið verður fram, er lógin um broyting í løg­tingslóg nr. 13. frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggi­samtyktir, har vanlig rættar­trygd kann verða sett til viks, um privat feløg eru nóg stór og forvinna so nógvan pening, at tað ikki verður hildið at vera møguligt at við­gera teirra viðurskifti eftir góðum fyrisitingarsiði. Áhuga­málini hjá øðrum, sum ikki eiga so nógvan pen­ing, mugu tá víkja. Hend­an undirbrotligheitin hjá sam­gonguni fyri seráhuga­málum er tess meira láturlig, tí hetta varð gjørt fyri at loysa ein trupulleika, sum partarnir í málinum lættliga kundi loyst sjálvir.

Verandi stýris­skipanar­lóg verður ikki hildin – skil er ikki á lands­stýris- og løgtings­arbeiðinum
Stýrisskipanarlógin frá 1996 royndi at fáa í lag javn­vág millum lóggevandi og út­innandi valdið. Eftir gomlu stýrisskipanarlógini frá 1948 var eingin greiður skiln­aður millum hesi bæði vald. Umsitingarligar av­gerðir vóru í stórum tali tiknar í løgtingsnevndum, og ábyrgdin hjá lands­stýris­monnum var kollegial, altso í felag. Sostatt var ringt at ábyrgda einstøkum lands­stýris- ella løgtingsfólki fyri politiskar avgerðir.
Men, sum tíðin er liðin, er løgtingið dottið aftur á gamla skeiva lagið, og tað sama er hent í landsstýrinum.
Greflig dømi um, at stýris­­skipanarlógin ikki verð­ur vird, eru fíggjarlógar­við­gerð­­ir, har fíggjarnevndin ikki virðir hinar løgtings­nevnd­­­irnar og heldur ikki polit­­­isku ábyrgdina hjá lands­­­­­stýrismanninum í fíggj­­ar­­málum. Fíggjar­nevnd­­in broytir ofta sjálv í fíggj­ar­­lóg­ini. Tað rætta er sjálv­­andi, at fíggjarnevndin sendir fíggjarlógina aftur til lands­stýrið við kravi um, at at broyt­ingar verða framdar á ymiskum postum.
Eitt nýggjari og sera gref­ligt dømi var “makrel­bólk­urin”, har løgmaður, for­maðurin í fíggjarnevndini og floksformenn vóru bein­leiðis innblandaðir í fyri­sit­­ingarligar avgerðir á fiski­vinnuøkinum.
Lógir, sum veruliga broyta sosialu kontraktina (flat­­skattur, skatting av eft­ir­­­lønar­inngjøldum, krav um inngjald til eftir­lønir, men ikki restin av eftir­lønar­reforminum) eru skrumblað ígjøgnum uttan neyðugu hoyr­ingarnar og politisku viðgerðina. Eftirlitsstovnar og aðalráð eru tikin av við umberingini “rationalisering”, og hetta móti allari fakligari ráðgeving.
Ásetingin um, at løg­mað­ur ikki skal umsita máls­øki (hvør skal tá hava eftir­lit við honum?) verður reglu­liga brotin. Eftirlitið hjá løgmanni við, at hvørt ein­stakt landsstýrisfólk situr fyri sínum málsøki á lóg­lig­an og fullgóðan hátt, er til­vildar­l­igt og óskipað.
Kanska mest ræðandi var avgerðin í 2010 at avtaka tving­aða lógareftirlitið í Tinganesi.
Tað, sum er neyðugt at gera fyri sum skjótast at steðga spilluni, sum er komin í hjá landsins myndugleikum, er at samtykkja stjórnar­skip­anaruppskotið skjót­ast gjørligt. Hetta fer í minsta lagi at gera tað møgu­ligt at krevja eitt mál til fólka­at­kvøðu, bæði í løgting­in­um og helst eisini við at savna undirskriftir millum velj­­ararnar. Eisini eiga mann­agongdir at verða skip­aðir fyri at leggja bæði lógar­uppskot og týðandi um­sitingarligar avgerðir fyri ser­ligan rætt. Løgtingið hevur bølt á hesum máli nú í nógv ár. Málið má takast frá løg­ting­inum og út millum fólk til viðgera.

Sterkar fakligar røddir
Greinar í bløðunum og við­merkingar á fundum hjá Kristinu Samuelsen, løg­frøð­ingi, Hallberu West, stjórn­málafrøðingi og Bárð­ur Larsen, løgfrøðingi, sam­røður við Halgir Winth­er Poulsen, advokati, í KVF, ein “masterclass” í fyri­sitingar­rætti hjá Kára á Rógvi, dokt­ara í løgfrøði í send­ing­ini hjá KVF “Radarin”, hava greitt víst á, at allar fyri­sitingarreglur eru settar til viks í tunnilsmálinum og ikki bara har.
Samstundis verður tað greitt, at miðfyrisitingin ikki er før fyri at standa ímóti landsstýrisfólki, ið eru so altrá eftir at fáa politisk mál ígjøgnum, at tey seta til viks alment inn­lit og fyrisitingarreglur. Máls­við­gerðin av lógaruppskotum er tilvildarlig og stendur ikki mát við tað vit mugu krevja í einum nútímans fólka­ræði. Avleiðingar av lógar­uppskotum eru vanliga alt ov illa lýstar og løgtingið tekur tí avgerðir uttan hava fullan kunnleika um málini.
Dimmalætting hevur í fleiri oddagreinum seinast í august og fyrst í september víst á, at miðfyrisitingin svík­ur sínar skyldur í mál­um av hesum slag. (* Tær sterku fakligu røddirnar eru saman­fataðar niðanfyri).

Tingfólk og lands­stýrisfólk mugu svara
Nú er tíð at tala at teimum fólkavaldu og teimum í lands­stýrinum, sum lata hetta um seg ganga.
Vit mugu krevja, at lim­ir­nir í formansskapurin í løgtinginum, allir løgtings­lim­ir í samgonguna og lands­stýris­fólki siga sína hugs­an um fólkaræðið og um hví tær reglur, teir sjálvir hava sam­tykt sum karmar um polit­iska lívið, ikki vera hildnar.
Tey eru:
Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu.
Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Eivin Jacobsen, Rei­mund Langgaard, Jóna Mariusardóttir Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Rósa Samuelsen, Bill Justinus­sen, Jenis av Rana, Bjarni Djur­holm, Elsebeth Mer­cedis Gunnleygs­dóttur, Rod­mund­ur Nielsen, Brandur Sandoy, Hanus Samró, Joen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkel­sen, Janus Rein, Kári Høj­gaard
Kaj Leo Holm Johannesen, Johan Dahl, Karsten Hansen, Bjørn Kalsø, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Annika Olsen,


*Fylgiskjal til opið bræv

Sterku fakligu røddirnar
Bárður Larsen, løgfrøðingur.
Bárður Larsen, løgfrøðingur, hevur arbeitt nógv við, hvussu grundlógir ella stjórn­arskipanir verða broyttar. Hann vísir á, at spurningurin er fakliga torførur og hartil lítið fakliga greinaður. Hann sigur í grein í bløðunum, at hóast hetta, so:
“.... er stór undirtøka fyri, at í minsta lagi trý element mugu vera í einum grundleggjandi skjali, skal hetta kunna metast sum grundlóg ella stjórnarskipan. Reglur mugu nevniliga sum tað minsta vera um:
1) stýrisskipan,
2) borgarans rættindi og
3) ein lýsing av grund­leggjandi virðum, ið fólkið tekur undir við”

Av hesum trimum pørt­um hevur føroyska stýris­skipanarlógin einki um borg­arans rættindi og einki um grundleggjandi virði. Danska grundlógin er fólkaræðiliga ivingarsom, - tó hevur hon eina rættindadeild, men sigur Bárður:
” ....mannarættindini í ríkis­grundlógini eru fátøk og ófullfíggjað í mun til ta verju, sum einstaklingurin fær í mongum modernaðum grundlógum og manna­rætt­indaskjølum. Tey taka hartil ikki atlit til serføroysk viðurskifti”
“Stjórnarskipanaruppskotið hevur hinvegin øll elementini 1) – 3), og ætlanin var, at hon skuldi vera væl fólkaræðiliga kjølfest við endaligari sam­tykt á fólkaatkvøðu. Ivi kann tí ikki

Kristina Samuelsen, løgfrøðingur
Hevði nú vóna, at onkur fór at spyrja løgmansstjóran, hvat hon helt, at man kann gera fyri at sleppa undan hesi ónøgd við arbeiðslagnum hjá landsstýrinum eina aðru ferð. Tá tað framvegis ikki tykist finnast aðrar loysnir, enn at ofta ein landsstýrismann, havi eg hug at koma við nøkrum hugskotum!
Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt?
Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva politisku skipanini eitt fak­ligt mótspæl? Ella í øllu­m før­um, at tað ikki fær nei­l­igar avleiðingar fyri við­kom­andi?
Hava vit ikki løgmans­stjór­ar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum em­bætis­fólkunum neyðuga rygg­dekningin og finna eina veru­liga og varandi loysn á trupulleikanum?
Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum?
Man kundi t.d. broytt lógarteknisku eftir­kann­ing­ina hjá løgdeildini í Inn­lendismálaráðnum frá at vera eitt tilboð til at verða eitt krav, fyri at mál kunnu leggjast fyri landsstýrisfund. Heilt fram til januar 2010 var tað ein tvungin skipan.
Man kundi kravt, at eftir­kanningin eisini skal liggja við uppskotinum, tá tað verður lagt fyri landsstýrisfund, og tá uppskot seinni verða løgd fyri Løgtingið.
Hvat hendir, tá tann eini av landsins hægstu em­bætis­fólkum, sum veruliga hevur torað at givið politikarum eitt mótspæl, bæði sjálv og við ryggdekningi til síni em­bætisfólk, fer frá vegna aldur?
Kennir nakar nakran embætismann, sum er komin styrktur fram á síni starvsleið við at gera vart við seg, ímóti politiskum ætlanum? Hvussu leingi kunnu vit vænta, at embætisfólk vilja standa fram sum embætisfólkini á Gjaldstovuni og Landsverk nú hava gjørt?
Er nakar, sum kann tryggja, at tað kann loysa seg hjá embætisfólkum at gera vart við seg og geva polit­isku skipanini eitt fak­ligt mótspæl? Ella í øllum før­um, at tað ikki fær nei­ligar avleiðingar fyri við­kom­andi?
Hava vit ikki løgmans­stjó­rar og aðalstjórar, sum kunnu geva hesum em­bætis­fólkunum neyðuga rygg­dekningin og finna eina veru­liga og varandi loysn á trupul­leikanum?
Spurningurin er eisini, hvat veruliga aðalmálið hjá embætisverkinum skal verða – at tæna politikarunum ella fólkinum?
Hesin spurningurin varð einaferð settur á eini ráð­stevnu fyri nøkrum árum síðani. Har varð bara ein av landsins hægstu em­bætis­fólkum, ið metti sína aðal­uppgávu verða at tæna fólkinum. Hetta varð stjórin á løgtingsumsitingini.

Hallbera West, stjórnmálafrøðingur
Formliga er eingin stað­fest­ing av, at alt vald í Før­oyu­m stavar frá føroyska fólk­inum, sum jú sum kunn­ugt er út­gangs­støði í demo­krati­hugtakinum. Før­oyar hava tó sjálvræði á ein­um ótali av máls­økjum og blokk­stuð­ulin er, sum kunnugt, ein lut­falsliga lítil partur av búskapinum. Vit hava tí - fyri ein stóran part - eina sjálvstøðuga polit­iska skip­an, og tað er henda sjálv­støð­uga politiska skipan, sum er løgd undir lupp í hesum døgum. Ógreiða form­liga grundarlagið er ein trupul­leiki, og tað er ikki ætlanin hjá mær at bagatelli­sera hetta, men eg fegnist tó um, at vit loksins hava sett okkara egnu skipan á dagsskránna.
Fyri at siga heilt stutt (og foreinklað), hvørji krøv eru til demokratiskar skip­anir, so fevna hesi um: vald umboð; frí, rættvís og reglu­lig val, val millum meiri enn ein politiskan flokk; talu- og skrivi frælsi umframt onn­ur persónlig frælsis rætt­indi; savningar- og sam­komu­frælsi; rætturin til alternativa informatión (sum ikki er stýrd el.l.); meir­luta­avgerðir og minnilutavernd; eitt samfelag eyðkent við áliti, tollyndi og atlit til fe­lags­skapin. Harumframt er vanliga eisini treyt um rættar­trygd í breiðari merking. Fleir av hesum atlitum hugsa vit ikki stórvegis um, tí vit taka tey sum eina sjálvfylgju.
Til hetta kann eg leggja afturat, at væntanir eisini eru um, at fólkaræði inni­held­ur samrøður og kjak, eyð­kend av virðing, sum vit eitt nú kenna tað frá danska guðfrøðinginum, Hal Kock. Í hesum sambandi kann eg nevna, at Hal Kock varð nevndur í eini løgmansrøðu fyri fáum árum síðani. Tað kann undra, tá nú politiska skipanin í so lítlan mun hev­ur tikið bók og boðskap hansara til sín.
Men fólkaræði - á skipan­arligum støði – snýr seg so sanniliga eisini um at avmarka vald. Um vit yvir­høvur skulu gera okkum nakra vón um at nærkast idealinum um, at tað er fólkið sum ræður, so skal vald hjá stovnum og einstaklingum avmarkast. Hvussu hetta kann gerast er eitt stórt evnið í sær sjálvum. Útgangsstøðið fyri okkara fólkaræði er, sum kunnugt, at hvør einstakur fer á val og velur okkara umboð á Løgting til at taka avgerðir okkara vegna. Men fyri tað, um ein er valdur, so merkir tað ikki, at man hervið hevur fríar hendur. Um lurtað verður eftir orðavalinum hjá okkara fólkavaldu, so ber lætt­liga til at halda, at so er.
Okkara umboð á Løg­ting­ið skulu m.a. tryggja, at landsstýrisfólk ikki hava ov stórt vald. Landsstýrisfólk eru ikki beinleiðis vald, men eru landsstýrisfólk sum úr­slit av bæði eini sam­gongu­telving og eini telving innanfloks. Tað er tískil ikki í samsvari við eina demo­krat­iska stýrisskipan, at lands­stýrisfólk fáa tillutað suverent vald, sum tað at fáa sonevndar blankokekkar, er eitt dømi um. Av eini ella aðrari orsøk so hevur Løg­tingið lyndi til at geva lands­­stýrisfólkum hesar blanko­kekkar, og tað er ein ósikkur í føroyskum lógarsmíði. Sein­asta dømið um hetta er í aktuella tunnilsmálinum, men vit kenna tað eisini frá fiski­vinnu­økinum og onnur dømi eru eisini.
Fólkaræði snýr seg – fram um alt annað - at avmarka valdið hjá einstaklingum. Tí tað er ikki uttan grund, at sagt verður, at vald korrum­per­ar, og at absolut vald kor­rumperar absolut. Um valdið ikki verður avmarkað, so hevur fólkið einki reelt vald.
Tankarnir leita til Kina, sum búskaparliga buldrar avstað í heimshøpi. Fyri meg er tað nýtt at hoyra føroy­ingar tosa um, at vit áttu at fingið ein kinesara til Føroyar at stýra. Tað er heldur ikki vist, at hesar útsagnir skulu takast bókstavliga, men kanska skulu skiljast sum eitt krav um størri effektivitet í politisku skipanini. Men tað er tó umráðandi at minnast til, at tá vit tosa um Kina, so tosa vit ikki um eitt fólkaræði. Í mun til fólkaræði eru vit jú komin longur enn Kina, so hví leita handa vegin.
Orsøkin til at eg havi heft meg við hesa nýggju fyri­myndina hjá føroyingum er, at hon hevur nakað til felags við eina aðra fyrimynd hjá føroyingum. Eg havi mangan hoyrt útsagnir um, at vit eiga at koyra Løgtingið og Lands­stýrið til hús og í stað­in seta ein skipara at stýra Føroyum. Einki skal her takast frá skiparum og teirra avriki á havinum, men henda fyrimynd hóskar seg ikki í einum demokratiskum stýris­skipanarligum saman­hangi. Ímyndin um ein skip­ara á brúnni, sum gevur harraboð til øll onnur at akta og arbeiða eftir, er altso ein autoriter fyrimynd.

Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, sambært Kringvarpi Føroya
Tað er brot á bæði lógina um ábyrgd landsstýrismanna og á tingskipanina, at týð­andi upplýsingar verða hild­nar aftur fyri løgting­inum í málinum um Skála­fjarðar­tunnilin.

Kári á Rógvi, doktari í løgfrøði
Tú hevur eina heimild at gera okkurt, men ikki til at gera alt. Heimildin er ítøkilig, og tað er ein trupulleiki, at hvørki embætisverkið ella landsstýrismaðurin halda seg innan fyri tað, sum heim­ildin greitt sigur.
Svar um alment innlit eru galin upp á so nógvar mát­ar. Standardsvar vísa til par­graffir, ein svada sum grugg­ar og teppibumbar borgaran. Víst verður til dømi, sum einki hava við málið at gera. Alt (hjá tí almenna) er al­ment. Um nakað skal loyn­ast, so skal tað grundast ítøkiliga út frá tí máli, sum innlit verður søkt í, um innlit skal noktast. Í spurninginum um sáttmálan um tunnilin er alt liðugt, so um innlit skal noktast, kann tað ikki vera til allan sáttmálan, men bert til partar har ítøkiligar grundir eru fyri at nokta, at júst tann parturin av sáttmálanum hevur upplýsingar, sum aðrir partar ikki eiga at fáa innlit í. Trupulleikin er at almenna fyrisitingin ikki vil lyfta inn­litsreglurnar upp á eitt hægri stig.
Tagnarskylda kann ikki áleggjast tingfólki. Tey skulu hava møguleika fyri frítt at tosa um øll viðurskifti. Har er bara eitt undantak. Tað er bara eitt undantak, tað er í uttanlandsnevndini, og tann heimildin er heldur óviss og átti at haft eina greiða lógar­heimild.

Dimmalætting, oddagrein
Í dag er neyðugt at minna á, at tað ikki ber til at vinna fram á leið uttan stríð, sveitta og tár. Og somuleiðis er neyð­ugt at minna á, at uttan mun til, hvussu óð ella ónøgd vit eru, so er einki frægari alterna­tiv í at velja enn tað torføra demokratiið.
Føroyar eru í dag ikki at rokna sum eitt nóg væl virk­andi demokrati við skil­vísari parla-mentarismu og greiðum valdsbýti. Vit síggja í hesum døgum, hvussu stýris­skipanin verður skeikl­að av bæði landsstýri og løgtingi, soleiðis at illa ber til at siga, hvør hevur hvat vald, og hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Aftur at hesum gongur ikki dagur, har vit ikki hoyra og síggja, hvussu illa mangir tinglimir og landsstýrisfólk duga at grundgeva fyri sín­um støðutakanum, og hvussu út av lagi illa verður lurtað eftir tí fakligheit, sum hóast alt spírar fram í Føroyum, og sum er alneyðug fyri at nakað sum helst skil skal vera í. Landsstýrið fremur í sínum lagi avgerðir í óð­um verkum og fær ein alt ov ofta illa upplýstan ting­meiri­luta at atkvøða fyri. Eisini verða alsamt fleiri av­gerð­ir í landsstýrinum tik­nar kollektivt, so ikki ber til at siga, hvat einstakt lands­stýrisfólk hevur ábyrgdina av.
Jú, sanniliga hava vit mangt og hvat at finnast at, og jú, sanniliga krevjast stórar ábøtur og størri krøv til tey fólkavaldu og teirra lands­stýrisfólk.
Men tá atfinningarnar umskapast til vandamikla lifran fyri ódemokratiskum nýskipanum, avmarkingum av valrætti ella uppstillingar­rætti, so mugu ávaringarljós tendrast.
Enn einaferð: Einki land í heiminum hevur vunnið fram á vælvirkandi demokratiska leið uttan stríð og sveitta og sumstaðni enntá blóð, so tað er vitleyst at freistast at avtaka demokratiið, bara tí ein fær ilt í høvdið av manglandi vitskapi og van­­­ligari idioti hjá nøkrum fólka­valdum umboðum ella lands­stýris­umboðum teirra.
Um viljin til demokrati í Føroyum er so lítil, at totali­terir tankar vekjast, bara tí ein, tvær, tríggjar ella tíggju samgongur virka illa, so er tað tað og einki annað, sum skal ovast á listan yvir høv­uðstrupulleikar.
Okkum tørvar betri upp­lýsing, betri skúling av bæði veljarum og valevnum, ja. Men hetta skal loysast tann rætta vegin við at taka tunga og drúgva takið at lyfta alt skúlaverkið í landinum. Ja, tað tekur tíð, ja, kanska 100 ár ganga, áðrenn vit koma fram, og tá verða eisini tøk eftir, tí eitt demokrati blómar ongantíð uttan støðuga røkt.
Vit mugu til arbeiðis, land­inum at frama, og kveistra burt­ur allar totaliterar tank­ar, samstundis sum vit gera ábøtur á bæði stýriskipan, upplýsing og krøv til okkum sjálv.
Demokratiið er torfør dissiplin, men einki alternativ er til demokratiið.