Opið hús á Høgabóli og avdúking av vinnara

Fríggjadagin, hin 9. januar, bjóðar Runavíkar kommuna til opið hús í nýumvældu ráðhúsunum á Høgabóli.

 

Opið hús verður frá kl. 15 til 17, tá vinnarin av verkætlanarkappingini Glyvra skúli og musikkskúli verður avdúkaður.

 

Fimm arkitektafyritøkur/samtøk lótu inn hugskot til sniðgeving og heildarráðgeving av næstu stóru verkætlanini í Runavíkar kommunu. Hesi vóru:

 

  • BBP
  • Henning Larsen
  • MAP
  • SNA
  • ZETA

 

Til høvið vera øll innkomnu uppskotini sýnd fram, so tilber at síggja, hvussu komandi menningar- og mentanardepilin í kommununi fer at síggja út.

 

Á skránni vera harumframt røður, tónleikur og søtt ábit, skrivar Runavíkar kommuna.