Jón Tyril
Eru hugtøk sum ognarrættur og yvirvaldsrættur einans ?óinteressant?, ?luftig? og ?fiktiv begrebir?? _ Og um so er, hví vil danska stjórnin so ikki lata tey frá sær?
Eg lurtaði við stórum áhuga eftir sendingini um undirgrundarmálið í ÚF herfyri. Luttakarar vóru Sjúðrur Skaale, Cand. Polit., Atli P. Dam, fyrrv. løgmaður, og Halgir W. Poulsen, advokatur, allir menn við stórum innliti í slík viðurskifti, teir báðir seinnu vóru enntá partar í málinum tá undirgrundaravtalan var gjørd.
Kjakið snúði seg um, hvørt danir kunnu taka aftur rættin til at nýta føroysku undirgrundina, og hvørt vit ella teir hava ognarrættin til hesa undirgrundina. Stutt sagt, hvussu trygg undirgrundaravtalan er.
Sum eg skilti útfrá prátinum, og tí vit annars hava fingið at vita gjøgnum fjølmiðlarnar, so hava danir handa okkum nýtslurættin til føroysku undirgrundina í 1992, meðan teir framvegis hava yvirvaldsrættin, højhedsret ella hvat vit nú velja at kalla tað.
Í mínari verð er stórur munur á hesum hugtøkum. Eitt nú havi eg nýtslurætt til tað telduna eg nú siti og skrivi við, men eg havi als ikki ognarrætt yvir henni Ø eigarin kann til eina og hvørja tíð koma og skúgva meg til viks og siga, at nú skal hann nýta hana. Havi eg hinvegin ognarrætt yvir onkrum, er tað eingin, ið kann koma og við røttum taka hetta frá mær. Hetta er jú sera einfalt og lætt at skilja.
Flyta vit hetta dømið yvir á undirgrundarmálið, kundi tað sæð soleiðis út: Føroyingar hava nýtslurætt yvir undirgrundini, og kunnu sostatt nýta hana so leingi sum hann, ið ognarrættin hevur (eigarin), loyvir tí _ men einans so leingi, sum eigarin loyvir tí. Sjúrður Skaale royndi at fáa hetta sjónarmið fram í kjakinum, men bleiv kveistraður til viks við grundgevingum, ið tóktust mær sera løgnar.
Fyrrverandi løgmaður, Alti Dam, segði m.a. at ognarrættur og yvirvaldsrættur vóru ?fiktiv begreb?, og Halgir W. Poulsen, advokatur, legði afturat, at hugtøk av hesum slag vóru ?luftig? og ?óinteresant?.
Tað undrar meg stórliga at hoyra slíkar útsagnir, serliga frá einum fyrrv. løgmanni og einum advokati, ið javnan úttalar seg um fólkarætt.
Hetta fær meg at seta fram hesar spurningar til A.D. og H.W.P:
? Eru hugt_k sum ognarrættur og yvirvaldsrættur einans ?óinteressant?, ?luftig? og ?fiktiv begrebir??
? Og um so er, hví vil danska stjórnin so ikki lata tey frá sær?
? Og hvussu ber tað til, at lond og fólkasløg um allan heim stríðast og hava stríðst, mangan blóðugar bardagar, fyri at fáa staðfest júst hesi rættindi?
? Og er tað ikki so, at sambært altjóða reglum hevur ein tjóð, óskerda rættin til tilfeingið í landinum, eisini undirgrundini, og at hesin rættur er tengdur at sjálvavgerðarrætti tjóðana, sum hann er lýstur í ST samtyktum.
? Og kann tað hugsast, at júst hetta er orsøkin til, at danir nokta føroyingum og grønlendingum sín sjálvsagda rætt sum tjóðir?
? Og um so er, at hesi hugtøk eru fiktiv og uttan áhuga, mátti so ikki havt borið til hjá tykkum báðum at fingið Schlüter at skriva undir, at yvirvaldsrætturin og ognarrætturin til undirgrundina var føroya fólks?
Og so mátti heldur ikki verið so torført hjá tí landsstýri, ið nú situr, at fingið danir at viðurkent ognarrættin yvir Føroya landi, sum verandi føroyskan. Sum kunnigt, eydnaðist hvørki av hesum. Hartil kann verða lagt afturat, at so seint sum í dag (týsdag), hoyrdist frá donsku stjórnini, at hon ikki kann veita nakra trygd fyri, at danir ikki fara at krejva nýggjar samráðingar um undirgrundina. Og at danski forsætisráðharrin ikki vil svara spurninginum, hvørt føroyingar ella danir hava ognarrættin yvir føroysku undirgrundini.