Opinleiki altavgerandi fyri framtíðina

-Tað ræður um at hava bæði bein á jørðini og ikki fara upp frá, nú tað frættist, at olja er funnin, tí vit vita enn ikki, um hetta verður til nakað sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður, eftir eina væleydnaða oljuráðstevnu

 

Eftirmeting




Eyðun Elttør, landsstýrismaður er sera fegin um oljuráðstevnuna, sum var í Norðurlandahúsinum í farnu viku og heldur, at tiltakið var sera væl fyriskipað. ?Nógv áhugavert kom fram á ráðstevnuni, og bara tað at fólk, sum hava tilknýti til eina komandi oljuvinnu, kunnu hittast at viðgera spurningar av ymsum slag, hevur so ómetaliga nógv at siga.


-Eg ivist ikki í, at tann opinleiki, sum kom til sjóndar á ráðstevnuni, fer at gagna allari oljutilgondini í framtíðini. Vit hava brúk fyri einum framhaldandi dialogi, sohvørt sum menningin tekur dyk á seg.


Eyðun Elttør heldur tað vera gott at fáa nógvar ymsar áskoðanir fram. -At fólk, sum hava ymisk áhugamál, tora at stíga fram og siga sína hjartans meining er gott. So mugu vit so hvør sær og ikki minst bæði vinnan her, myndugleikarnir og útlendsku feløgini meta um tann kritikk, sum kemur fram. Er hann rættur, so mugu vit øll royna at bøta um viðurskiftini, er hann misvísandi ella yvirmettur, so mugu vit eisini taka tað við í metingarnar.


-Endamálið við slíkari ráðstevnu er fyrst og fremst at hava eina eftirmeting av tí, sum er farið fram, men tað hevur so ikki minni at siga at stinga út í kortið, hvat vit vilja og kunnu í framtíðini.


Eins umráðandi tað er, at vit hava verið fyrivarin á umhvørvisøkinum og hava roynt at tikið øll fyrivarni og lagt útviklingin til rættis frá byrjan - er tað umráðandi, at vit fáa gjørt tær neyðugu árinskanningarnar á tí sosiala og samfelagsliga økinum. Eyðun Elttør heldur tó ikki, at vit eru ov sein á sjóvarfallinum her.


Bæði bein á jørðini

Hann heldur annars, at tað ræður um at hava bæði bein á jørðini og ikki fara upp frá, nú tað frættist, at olja er funnin, tí vit vita enn ikki, um hetta verður til nakað.


-Enn hava vit bert stigið nøkur fá fet inn í hesa ókendu oljuverðina. Vit vita ikki, hvat liggur fyri framman. Men finna vit so nógv av olju, at tað kann løna seg at framleiða hana, so vita vit eisini, at hetta kann verða ein so mikið stór avbjóðing, at vit mugu taka hana í størsta álvara. Og har koma árinskanningar so sanniliga eisini inn í myndina.