Verður hugt á heimasíðuna hjá NordicBet, so stendur tað púra greitt, at talan er um eitt sera opið umfar í landskappingini. Størsti favoritturin er soleiðis VB, sum tó gevur pengarnar 1,7 ferðir aftur, um teir vinna útidystin á B68, meðan EB/Streymur gevur 1,8, um teir vinna á ÍF.
Í hinum trimum dystunum er talan um odds, sum liggja omanfyri tvey, og tað merkir, at til ber at vinna munandi upphæddir, um tú altso megnar at kollgita útfallið av dystunum.
Yvirlitið niðanfyri sýnir, hvørjum sannlíkindum tey á NordicBet hava roknað við til dystirnar um vikuskiftið.
Dystur1X2
EB/S-ÍF1,802,953,90
GÍ-NSÍ2,053,702,55
KÍ-Skála2,353,802,15
B36-HB2,403,552,20
B68-VB4,353,001,70
kelda: www.nordicbet.com