Opportunisturin Jógvan á Lakjuni

Datt niður á eitt Dagblað, sum eg annars sjáldan síggi.

Í hesum tannleysa blað, sum Fólkaflokkurin eigur, skuldsetir Jógvna á Lakjuni andsøtðuna fyri at liva av donskum pengum!

Hevur nakar hoyrt so grovan frekleika?

Hesin tingmaður livur sjálvur av donskum pengum, og hann hevur ikki rætt hond frá síðu við uppskoti um at yvirtaka skúlaverkið og fyri at bøta um sína ringu samvitsku, gevur hann andstøðuflokkunum skuldina fyri, at hann livir av donskum pengum.

Harra Jógvan á Lakjuni, tú veit hvør kom við tí blokki, sum tú nú livir av. Tað gjørdi tín flokkur saman við øðrum loysingaflokkum. Sambandsflokkurin eigur ikki eitt klovið oyra í tínum olmussu blokki.

Men gloym nú ikki at greiða frá at tit bara gjørdu hálvar yvirtøkur, tá tit komu við blokkinum, tit vildu valda og bóðu danir gjalda.

Slík gerð vísir, at tit als onga ábyrgd vilja hava.

Í hesum ússaliga Dagblað skrivar Jógvan á Lakjuni m.a.: »Vit hava bara eitt ynski um at taka ábyrgdina av okkara egna landi og hava biðið danir um eina rímiliga skiftistíð til at minka peningaveitingina úr Danmark«.

Hví biða danir um nakað, sum er fullokomuliga óneyðugt? Veit hesin opportunisturin ikki, at hann og hansara flokkur hava havt allar møguleikar at minka um blokkstuðulin í 50 ár?

Nei harra Jógvan á Lakjuni, tit vilja als ikki hava ábyrgdina av okkara góða landi og tit hava heldur ikki biðið um nakra ábyrgd!!!

Tit hava bara tiggað um, at tit einsamallir skulu valda, har sum danir skulu gjalda. Eingin hevur misbrúkt blokkin, sum tú og tínir líkar. Tit vita, at tørvurin fyri at brúka blokkin so sum ætlað er skríggjandi stórur, men tit standa bara og gána, men sjálvur hevur tú klórað tín part av blokkinum niður í egnan lumma og restina av blokkinum seta tit nú í grunn, samstundis sum tit biðja danir um at gjalda tykkum 1,3 milliard um árið í 15-20 ár.

Sig mær, hava tit heilt mist alt vit og skil? Er eingin skomm skapt í tykkum? Nær ætla tit at vísa veruliga ábyrgd, sum tit hava meylað um í 50 ár?

Nær ætla tit sjálvir at gjalda, har tit seta krøv um at valda?

Sambandsflokkurin og nú loksins eisini Javnaðarflokkurin eru munin meira ábyrgdarfullir enn tú og tínir líkar. Teir vilja nevniliga fyrst gjalda, áðrenn teir seta krøv um rættin til at valda.

Tit aka á knøunum og tilbiðja eina lánta ábyrgd, meðan andstøðan vil hava eina veruliga ábyrgd við fullum gjaldi (uttan nakað lán) av okkara góða landi, og júst her liggur tann stóri munurin millum tykkum og teir stóru andstøðuflokkarnar.


Meinhard Andreasenu einglar góðir. Hetta var ikki av hugarøsing. Hitt annars so fleksibla sinni gav eisini rúm fyri gomlu norrønu guðunum. Í virðing fyri søgunnar gongd. Har var vítt til veggja og høgt til loftið.

Nógv er broytt síðani, - heldur til tað verra. Nú frættist at gøtumenn illani fáa gingið í sama halgidómi. Orsøkin er fremmandur kirkjuovasti, ið hevur biðið fyri tveimum monnum, ið fyri tey heterosexuellu hava tann merkiliga kynsliga hugin, at fara til songar saman. Og at búleika saman. Avgerðin má verða teirra, og hvatið hendir teimum á ævigu veiðuakrunum, tað viðkemur ikki trongskygdum mannabørnum, at taka støðu til. Tað má verða upp til hin alvalda. Tað kann ikki skaða teirra lagnu, at biði verður fyri teimum.

Kanska var lesturin títtari enn kirkjugongdin. Kirkjan lá so langt burturi. Gamli baptistasalurin lá nærri. Og átøkur einum bíbilskum figuri, stjórnaði okkara góði granni, Godtfred Thomsen, einum sunnudagsskúla sum eg bara minnist gott afturá. Minnist meg ikki at hava hoyrt orð grett um, at nakað skeivt var í hesum, at hoyra til kirkjuna og samstundis at ganga í sunnudagsskúlanum, sum einaferð stóð har norðuri á Nesi, omanfyri Fiskamjøl. Og søgan úr Dungahúsunum, her omanfyri, boðar frá sama kodeksi. Evensen próstur gisti altíð hjá Onnu Kristinu og Petur Jacob. Tað vórðu tey ið uppfostraðu hina livandi legenduna, Ludda á Dunganum. Og Evensen var ikki hvør sum helst, prestarnir høvdu tá eitt status, sum lá onkustaðni ímillum drottin og menniskja, og tí mátti alt verða so serliga væl uppleinað, tá ið hann kom á gátt.


Evensen & Sloan

hittast á Dunganum

Tey gomlu har í húsinum høvdu eitt torveyga, harið torvið var serliga gott. Og tað mátti goymast. Skuldi ikki leggjast í bíleggaraovnin fyrrenn prestur kom. Gamli Sloan var eisini vanur at gista har. Og tað einu ferðina komu teir báðir í senn á vitjan. Tá vistu tey gomlu húsfólkini ikki hvatið var til ráða at taka. Har var bara ein song til hesar báðar hátíðarligu gestir. Ivasemið og kanska eitt sindur av ráðaloysi á Dunganum. Evensen loysti knútin. Avdramatiseraði problematikkin. Bað tey gerða sum tey vóru von. Leggja sama torv í bíleggaraovnin, seta sama matin á borðið og síðani at lata teir báðar William liggja í somu song. Einasta treytin frá hansara síðu varð, at Sloan skuldi halda sína sertrúgv fyri seg sjálvan, ímeðan teir lógu í seingini. Og so var gjørt. Og morgunin eftir komu teir báðir framaftur, líka óskalaðir sum teir løgdust, og hildu síðani áfram við hvør sínum andaliga virksemi. Minnist hetta sama hjá abba mínum úti á Glyvrum, harið Kristian Osvald Viderø & Eliesar Poulsen plagdu at gista. Tað ber til at liva saman við ymiskum hugsanum, eisini á hesum øki. Tí harmaði tað, at forsíðurnar á landsbløðunum skúmaðu eitt religiónskríggj upp í Gøtu. Eitt Jihad sum ongastaðni hoyrir heima. Her má onkur boyggja seg. Fólkakirkjan má framhaldandi verða hin stóra traktin, sum tekur ímóti øllum, - eingin undantikin.

Tað frættist lítið úr Gøtu eftir deyða Tróndar, og nógv ár fram. Eftir sóttina svørtu og fram ígjøgnum trúbótina er mestsum tøgn. Bygdirnar hava ivaleyst verið fámentar. Stríðið fyri uppihaldinum hevur tikið alla orkuna, har hevur ongin yvirskotsmáttur verið til andaligt høvuðbrýggj. Ein gøtumaður ið hevði silgt úti, hetta var í átjandu øld, hevði vitjað í heilaga landinum. Tá ið hann kom aftur til landa, spurdi bygdafólkið, hvussu hann hevði borið seg at, við at koma niður aftur til jarðar. Hetta sigur kanska nakað um ringa standin.


Gøta og hennara rolla

í tjóðskaparstríðnum

Men sum so mangastaðni festi tjóðskaparrørslan eld í. Eisini her. Gøtan hjá Tróndi varð uppafturgrivin. Annað ljós varð varpað á hann. Fólkið kom higar á fund. Tiltiknir eru fólkafundirnir á Gøtueiði, harið nýyrktir sangir vóru sungnir. Landið sum fyrr ikki hevði verið fyri meiri at rokna enn eitt veiðilendi, var bráðliga vorið móðurlandi sum sungið varð um - og tosað. Sum sagt verður í sálminum, - móðurin, ið enntá, breiðir blik á barnið sítt, tá ið tað umsíður legst í mold.

Vinnan tekur dyk á seg. Nýggjar leiðir verða gingnar. Skip og virkir grógva upp úr lógvunum á vanligum monnum. Sporstreingjarar við øðiligum áræði skipa fyri. Og sjálvandi hevði hetta avleiðingar. Men stríðsmálini gjørdust ongantíð til viðvarðandi ósemjur, sum oyðiløgdu yvirskipaða homogenitetin hjá gøtumonnum. Og vøggan hjá hinum stolta Fiskimannafelagnum stóð eisini her. Kunoyingurin, Símun Pauli, hitt stóra andsmennið, andaligi strugglarin, varð oddviti har og ein av frontsoldátunum í tjóðskaparstríði føroyinga. Tá ið hann bað um at síggja akturnar í Louis Zachariassen-sakini, bleiv hann eitt slag av persona non grata hjá danska yvirvaldinum, tí sum tað stendur í Tingakrossi hin 15. September 1915: ?____.Det eneste der kom ud af denne henvendelse var, at Kunoy året efter blev fritaget for sine pligter til at spille paa Orgelharmoniet i Gøte Kirke, samt til om forlanges, at udføre Degnetjeneste i samme Kirke.? Omma mín, úti í Grógv, plagdi at siga mær frá, at Gamli-Lærari sum Kunoy varð kallaður, gekk hús úr húsi, og bað um undirskriftir, fyri at fáa foreldranna samtykkið um, at hann kundi læra børnini føroyskt. Frálæran var á trappusteininum við Gamla Skúla, - tá ið hetta ikki kundi gerast inni í danska skúlanum, sum tá ráddi og hevði alt vald í Føroyum.


Alt spektrið hevur

flutt seg rætta vegin

Hetta vóru Føroyar fyri lítið meiri enn 90 árum síðani. Og síðani hevur tað, fyri tað nógva, gingið framá. Í Føroyum og í Gøtu. Ikki av donskum trælapengum, men av egnari megi. Tjóðskaparstríðið hevur kvinka allar politiskar flokkar, alt spektrið, hin rætta vegin. Allir vilja standa á egnum beinum, - eisini politiskt. Føroyingar standa á einum vegamóti, harið avgerðir skula fella, antin hendanvegin ella handanvegin. Alt annað enn eitt framtak verður eitt antiklimaks, sum eingin kann liva við. Líggjas Bóndi niðri við Hús, skrivaði í bløðunum fyri seinra heimskríggj soleiðis: ?Mót øllum hesum órætti er tað, at føroyingar nú taka seg saman til at vinna aftur tann rætt sum eitt og hvørt frítt og frælst fólk eigur; rættin til at liva í egnum landi sum føroyingar, og rættin til at standa í sambandi við onnur fólk enn tað danska.?

Og líta vit at framburðinum við teimum røttu brillunum, varnast vit dynamisku krefturnar, sum hava skapt hetta samfelagið, so skal man vera óluksáliga blindur, skal man ikki síggja møguleikarnar í einum stjálvstøðugum Føroyum. Bara hetta orðaskiftið frá vinnuráðstevnuni úr høvuðsstaðnum, - nú um dagarnar. Ljósár framman fyri tað vit vóru von við. Men ganga rættir. Óttast ikki avbjóðingarnar uttan úr heimi, - meiri enn neyðugt. Óttast ikki tíðarbundnan uppgang. Analysera og handla. Gløggir framherjar, ið gera vánirnar somikið størri, um eitt gott land at liva í, eisini eftir at skeytið til tær føroysku ognirnar er komið heimaftur. Og gøtumenn eru sum altíð fremstir við hermóti, og vinmaðurin, sum eg annars havi arvað frá Pól, morbróðuri, Martin í Grund, hann vaks upp heruppi, í trunkanum, ímillum Guttastovu, Dungan & fyri oman Oyrina, sigur seg at vita hví:


Hygg út yvir víkina, báran tykist sløtt,

Men tá brimið dunar har, tá er aldan brøtt.

Skoða so í brimgangin og styrk har tína sál,

Her fæst kraft og áræði til at vinna mál.


Eitt dømið um framburðin sóu vit ígjár. Svínoyggin er globaliserað. Um Gøta ikki er tað, so verður hon tað ivaleyst í næstu framtíð. Dagin fyri at hann gekk burtur fyri Borðoyarnesi, við ?Samognini?, saman við bróðurinum Dánjali og Peturi í Inniguttastovu, hin 13. Februar 1944, sendi langabbi í Guttastovu eitt hjúnabandsfjarrit norður til Gjáar. Soljóðandi. Til Pól Johannes og brúður hans, og systir Pól Jóhannes við brúðgómi hennara, ynskja vit ein lukkuligan og væleyðnaðan brúðleypsdag og av Harranum eina eyðnuríka framtíð! ? Nú sita tit glað við brúðleypsfest, og ikki fingu tit Pól Kristoffur í dag til gest, men aftur í heyst, tá tit einki vara, kunna tit rokna við at síggja ein stóran Gøtuskara. Undirskrivað Jóhanna og Pól Kristoffur. Maðurin átti tann fyrsta bilin í oynni og hevði ídag valla brúkt meiri enn ein góðan tíma norður haðar. Fyri 30 árum síðani mátti Oddfríður ígjøgnum støðina hjá Miu fyri at fáa fatur á Ólavi, morbróðuri. Nú sita synir hansara yviri á Fiskavirkinum og samskifta støðugt & beinleiðis við allan heimin. Øgiligar rembingar. Og tað ræður um at fylgja við, - at liggja á takinum.


Collins & Ginola til GÍ?

Eisini í ítróttinum. Ímorgin fara gøtumenn aftur á vøllin. Vónandi gongur tað betri enn seinasta sunnudag. Varð so argur av misnýttu møguleikunum, at eg illani fekk koyrt útaftur eftir síðu. Tíbetur møtti eg Atla hjá Odda á einum fólkafundi úti í Heiðunum, og hann royndi at sissa meg, og tá fekk eg spakuliga tamarhald á mær sjálvum aftur. Mest av tí, at eg veit, at hann er væl snarsintari enn hvatið eg eri. Nú hoyrist at stadionspeakarin, Jørgen Evald Solmunde, hevur ætlanir um at keypa miðvallargeneralin John Collins frá Everton og David Ginola frá Tottenham, um GÍ ikki vinnur á B36 ímorgin. Einasti trupulleikin er fínansieringin. Junglutrummurnar vilja tó verða við, at Dunga Jákup og aðrir góðir menn eru komnir uppí leikin. So, nú fáa vit at síggja hvussu leikur fer.

Til endans fer ein gamal gróðarmaður at ynskja tykkum eina framhaldandi góða jóansvøku. Hendan heiðna miðsummarfestin harið trøllkonur vóru brendar á báli. Seinri hildin sum føðingardagur hjá Jóhannusi Doypara. Og nú sum ein góð sosial samvera ímillum bygdafólkið, - sum eitt nú her í Gøtu. Hvussu alt fer at eyðnast, ja, tað er upp til ein og hvønn sjálvan. Sum Edvard Kardelj segði á sinni, næsti maður Tito, og fyrsti kommunisturin ið hevði dirvið til, at kalla hin reyða zarin, Jósup Stalin, fyri ein imperialist: ?Ongin statur, eingin politisk skipan tíansheldur nakar politiskur flokkur, kann gera menniskja eyðnuríkt. Tað er bara menniskja sjálvt, ið kann skapa sína egnu lukku. Tó ikki sum einstaklingar, men saman við øðrum menniskjum við javnrættindunum sum grundarlagi.?

Í innsiglingini til New York stendur frælsisguðinnan hjá Bartoldi, við reyðu, frygisku húgvuni. Rivin og skrødd, bróstini danda. Misbrúkt, neyðtikin og fjøtrað, men ongantíð kúgað. Syðrugøtupromenadan liggur líka órørd sum í mínum ungu døgum, og vónandi eiga føroyingar meiri enn eina spakalongd undir henni, tá ið vit aftur hittast her um eitt ár og sólin enn einaferð hevur lagt leiðina suðuryvir. Tíðirnar broytast, eisini her hjá okkum, so samfelagsrevsarin og kanski heimsins fremsti troubadørur, Bob Dylan, mundi ikki vera so heilt avmarsjeraður tá ið hann yrkti sangin The times they are a´changing.

Takk fyri at eg varð boðin higar ídag, og havi eina góða framtíð í sátt og semju og við áhaldandi framburði her í Gøtunum!


Glyvrum, 24. Juni 2000.

Tórbjørn Jacobsen