Vegurin til framgongdina var tó alt annað enn snórabeinur. Hon er borin í heim í 1954 í Mississippi. Mamman var einlig, og stóran part av uppvøkstrinum búði Oprah hjá ommuni, tí mamman flutti, hagar arbeiði var at finna. Tá Oprah var níggju ár, varð hon fyrstu ferð kynsliga missnýtt av einum syskinabarni. Hetta helt fram í fleiri ár, og tá hon var 14 ára gomul, gjørdist hon við barn, men misti tað.
Hóast truplu umstøðurnar var Oprah sera gløgg og lærdi seg at lesa, longu tá hon var trý ár. Hon kláraði seg væl í skúlanum og var fleiri ferðir flutt ein flokk upp, tí hon var so væl fyri fakliga.
Alt hetta hevur Oprah sjálv sagt frá í egnu sendingini »Oprah Winfrey Show« – tað er nevniliga hennara háttur at fáa gestirnar at lata seg upp
– Eri eg opin við mínum trupulleikum, eru tey eisini opin við sínum.
Á henda hátt gjørdist hon ein undangangskvinna við at fortelja um kynsliga misnýtslu, vekttrupulleikar og hjartasorg.
Tey, sum hava fylgt henni, hava eisini fylgt hennara stríði ímóti vektini, men hóast hon hevði egnan kokk og persónligar venjarar fekk hon ongantíð veruliga bilbukt við yvirvektini.
Hon er elskað av milliónum av kvinnum um allan heimin, ið síggja hana sum eina fyrimynd. Ikki minst allar tær myrku kvinnur, ið gjøgnum Oprah hava fingið eina rødd og ein persón tær kunnu fyrihalda seg til.
Gjørt mun
Sjónvarpskarrieran hjá Oprah Winfrey byrjaði við eini morgunsending í Chicago í 1983. Hon vigaði tá 106 kilo, hevði stórt krúllut hár og fekk skjótt so høg hyggjaratøl, at fleiri aðrar sendingar vóru noyddar at leggja niður ella skifta sendtíð.
Í 1986 byrjaði »Oprah Winfrey Show«, og stutt eftir stovnaði hon Harpo, ið er hennara egna sjónvarpsframleiðslufelag.
Oprah hevur á nógvar hættir broytt okkara hátt at liva. Ikki bara við sínum gevandi samrøðum við kend og ókend, men eisini gjøgnum sín bókaklubb, sítt »Angel Network« og blaðið O magazine.
Um Oprah viðmælur eina bók í sínum bókaklubba, fer sølan av bókini upp – viðhvørt fleiri milliónir eintøk. Hetta fyribrigdi hevur fingið eitt egið navn, »The Oprah effect«. Og fleiri meina, at við hesum bókaklubba eru fleiri og fleiri farin at lesa bøkur.
»Angel Network« er ein av mongum háttum hjá Opruh at nýta sínar nógvu milliónir til at betra lívið hjá teimum fátøku. Við at byggja hús og skúlar hevur hon hjálpt fólki í yvir 30 londum.
Men øll eru ikki líkað lovprísandi yvirfyri Oprah Winfrey. Í fjør gav kendi høvundin Kitty Kelly eina ævisøgu út um Oprah, men uttan at gera nakra samrøðu við høvuðspersónin sjálvan. Í staðin hevur hon tosað við 850 persónar rundanum Oprah Winfrey, og hon setur spurnartekin við nógv at tí, sum Oprah hevur fortalt í sínum sendingum, og hon kallar hana fyri eina snilda »businesswoman«, sum veit sítt virði og dugur at útnytta tað. Men hon sigur eisini, at hon elskaði Oprah, tá hon byrjaði at skriva bókina, og at hon enn elskar hana.
Nú tá ið síðsta sendingin er farin í luftina, er tað ikki so, at 57 ára gamla Oprah Winfrey fer í pensión. Hon hevur stovnað sína egnu sjónvarpsrás, Oprah Winfrey Network (OWN), og sum allar aðrar stórar stjørnur plaga tær at koma fram aftur í onkrum øðrum skapi ella samanhangi.
- - -
Oprah Winfrey Show í tølum
Verið til í 25 ár
Víst í 145 londum
Gjørt samrøður við 28 000 fólk
Givið 570 bilar
Gjørt samrøður við 5 amerikanskar forsetar
Tøl av áskoðarum í sendingini: 1,3 milliónir
Gestur, sum hevur verið oftast við: Celine Dion heilar 27 ferðir
Nógv umrøtt: Tá Tom Cruise hoppaði í sofuni og skrálaði, hvussu forelskaður hann var í unnustuni
Katie Holmes. Flest hyggjarar: 62 milliónir, tá Michael Jackson segði frá, hví hann var blivin hvítur.
- - -
Fakta
Navn: Oprah Gail Winfrey.
Er doypt Orpah eftir einum navni í Gamla Testamenti, men ongin dugdi at úttala tað, og tí broyttist tað til Oprah.
Aldur: 57 ár
Bústaður: Montecito, Kalifornia
Familja: Støk
Starv: Sjónvarpsvertur,
sjónleikari og framleiðari
Góð fyri: 2,7 milliardir (Forbes 2010)
- - -
Fyritøkur hjá Oprah Winfrey
O - The Oprah magazine
Við 2,4 milliónum lesarum og O at Home
Oprah Radio Útvarpssendingin
Oprah & Friends
Harpo Productions Navnið Oprah stavað aftanfrá, fæst við film og sjónvarp
The Oprah Winfrey Network (OWN)
Við sendingum sum Dr Phil og Why Not við Shania Twain.